Rættindi hjá minnilutum

Føroyar er eitt demokratiskt samfelag sambært grundlógini og stýrisskipanini fyri Føroyar. Hetta merkir at allir persónar, sum hava vælrætt, kunnu velja tann persón inn á ting at sita, sum viðkomandi veljari metir umboða sína sjónarmið - og virðir annars - á best møguligan hátt.

Í grundlógini stendur at staturin stuðlar fólkakirkjuna - og ikki er øvugt! Sostatt er einki, hvørki í grundlógini, stýrisskipanarlógini ella aðrari lóggávu, ið liggur til grund fyri skipanini av tí Føroyska samfelagnum, sum bendir á, at landsins lóggáva er - ella eigur at verða - grundað á bíbliuna. Hinvegin er lóggáva, sum positivt verjir rættindini hjá ymiskum minnilutum.
Niðurstøðan má verða, at Føroyskir politikarar og onnur sum stýra Føroya landi hava ávís rættindi og ávísar skyldir mótvegis tí fólki, ið her býr:
?Føroyskir lóggevarar og landstýrismenn hava SKYLDU til at verja rættindini hjá minnilutum (herundir samkyndum, trúarbólkum o.ø.)
?Føroyskir lóggevarar hava RÆTT til at lóggeva eftir síni sannføring (herundir kristnari, humanistiskari ella aðrari sannføring)

Sexualitetur
Í greinum í bløðunum seinastu dagarnar er ført fram, at homosexualitetur er at samanbera við eitt nú pædofili. Hvussu í verðini kann tað at oyðileggja lívið hjá einum øðrum menniskja samanberast við homosexualitet? Kynsliga støðan hjá einum menniskja skaðar ikki nakað annað menniskja!
Hví hava ávísir persónar so nógv ímóti samkyndum? Tað at verða bangin fyri samkyndum, tvs. at verða homofobiskur, merkir fyri ein stóran part tað sama sum at verða bangin fyri tí kvinnuliga; og kanningar staðfesta, at samanhangur er millum millum kvinnukúgan og hatrið móti samkyndum [D. J. Parrott: "Homofobia: personality and attitudinal correlates", Personality and Individual Differences, Vol. 32, síða 1269-1278, 2002]. Tað vil siga, at tað ofta eru somu persónar sum kúga kvinnur og samkynd.
Kanning aftan á kanning vísir, at homosexualitetur fyri ein stóran part er biologiskt tengdur (sí [Q. Rahman: "Born Gay? The psychobiology of human sexual orientation", Personality and Individual Differences, Elsevier, (ikki útgivið enn)] og [N. Dickinson: "Same-sex attraction in a birth cohort: preva-lence and persistence in early adulthood", Social Science & Medicine, Elsevier, (ikki útgivið enn)]).
Tað má tí harðliga mælast frá at moralisera ella lóggeva móti biologiskt tengdum fyribrigdum, so sum kynsligari støðu.