Rættindi hjá brekaðum

Týsdagin 5. oktober verður ein evnisdagur um rættindi hjá brekaðum í Norðurlandahúsinum

Evnisdagur

Á evnisdegnum verður ein røð av fyrilestrum og framløgum um støðuna hjá fólki, ið bera brek, sum samfelagsborgarar.
Tiltakið, sum byrjar klokkan 13.00, er alment, og luttøkan er ókeypis, so vónandi seta nógv fólk sær hendan seinnapartin av, fyri at hoyra um, hvørji rættindi og hvørja støðu, fólk við breki hava í Føroyum í dag.
Bjørt Samuelsen, fjølmiðlakvinna, stýrir degnum og tekur samanum. Møguleiki er hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Tað er stýrisbólkurin fyri Ár teirra brekaðu 2003, sum saman við Almanna- og heilsumálaráðnum skipar fyri tiltakinum.