Rættiligt snartok

Italiumenn hava nú gjørt eitt tok, sum av røttum kann kallast snartok. Tað nýggja tokið skal millum annað koyra ímillum býirnar Milano og Bologna. Teinurin er 210 kilometrar, og hann klárar tokið upp á 65 minuttir, skrivar AFP. Vanlig tok brúka um leið tvær ferðir so langa tíð um teinin. Næsta ár er ætlanin, at snartok av hesum slagnum skulu koyra ímillum Milano og Rom, og ferðin fer væntandi at taka hálvan fjórða tíma.

Felagið, sum hevur latið tað nýggja tokið byggja, sigur, at ætlanin er at kappast við flogfeløgini um ferðafólkini. Eitt nú væntar felagið at fáa umleið 60 prosent av ferðafólkunum, sum ferðast millum Milano og Rom.

Men "Reyði ørvur", sum tað nýggja tokið eitur, setir stór krøv til jarnbreytina, og í fleiri førum noyðast myndugleikarnir at leggja nýggjar breytir til tað nýggja tokið.