Húsasmíð
Byggivirksemið í landinum er sera stórt í løtuni. Sniðhúsavirkið Bulur á Signabø hevur 13 hús niðurfyri at gera í ár, umframt at eisini er biðið um tilboð upp á hús til komandi ár.
Jákup Suni Joensen, stjóri á Buli, sigur, at umframt at smíða hús kring alt landið í hesum árinum, eru longu fyrispurningar komnir um at smíða hús í Hoyvíkshaganum.
Byggingin í Hoyvíkshaganum verður ikki fyrr enn komandi ár, og eru tað feløg, sum selja lidnar loysnir, sum hava biðið um hús frá Buli.
Jákup Suni Joensen heldur, at tað er heldur sjáldsamt við hesi støðuni, at so nógv er umbiðið so tíðliga á árinum.
Teir eru níggu mans, sum arbeiða hjá Buli, og teir hava sett hús upp um alt landið at kalla. Á Sandi og í Klaksvík hava teir verið. Okkurt hús skal vestur í Vágar, eins og fyrispurningar eisini eru aðrastaðni úr Norðoyum enn úr Klaksvík.
?Tað er næstan soleiðsi, at ein verður noyddur at skilja frá, sigur Jákup Suni Joensen. Tað er so galið, at vanligt viðlíkahald líkasum tykist koma í aðru røð, sum gongdin er í dag.
Hann sigur, at fólk tykjast ganga alt meira yvir til at fáa sær eittplanshús.
Tað hevur ymsar grundir, heldur Jákup Suni Joensen. Lutvíst eru tey bílig og rímiliga løtt at fíggja, og eisini eru tey lættari at halda.
Byggivirkið Bulur á Signabø ger lyklaklár hús, greiðir Jákup Suni Joensen frá. Men í løtuni er trýstið so stórt, at tei klára ikki annað enn at gera tey liðug á virkinum og seta tey upp.
Alla innræting noyðast teir at keypa uttaneftir, sigur hann. Timburmenn, elektrikarar og sjálvt málarar hava teir avtalur við, greiðir hann frá.
Fyrr var tað mangan so, at fólk royndu sjálv at gera sum mest, tá bygt varð. Serliga málararbeiðið var slíkt, sum fólk vanliga gjørdu. Men í dag tykjast fólk hugsa øðrvísi, sigur Jákup Suni Joensen.
?Bæði maður og kona arbeiða og halda seg ikki hava tíð til slíkt. Tey satsa upp á inntøkuna og biða so fólk byggja fyri seg, sigur hann.
Bulur hevur fastar avtalur við handverkarar, sum gera húsini liðug. Talan er bara um føroyingar, sigur Jákup Suni Joensen.
Tað, sum virkið ger sjálvt, eru sjálv elementini, sum verða gjørd inni á vikrinum á Signabø. Síðan verður farið á grundina at seta húsini upp. Tað tekur vanliga ein dag at inniloka eisini sniðhús.
Síðan er tað, at hinir handverkararnir koma inn í myndina, greiðir jákup Suni Joensen frá.
Kostnaðurin fyri innrætting og liðugtgerð verður vnaliga avroknaður millum eigaran og tann , sum ger tað arbeiðið, hóast tað í grundini eisini er virkið, sum setir teir í starv, greiðir stjórin á Buli frá.










