Rættiliga góð eplagrøði

Góða summarið sæst aftur í góðari eplagrøði. Hinvegin gjørdi turra veðrið fram til umleið hálvan juli, at grasið ikki vaks nakað serligt.

Góða summarið sæst aftur í góðari eplagrøði, nú fólk hava tikið upp epli. Hinvegin gjørdi turra summarveðrið fram til umleið hálvan juli, at grasið ikki vaks nakað serligt.

 

Í vár og fram til hálvan juli var so turt í veðrinum, at bóndir byrjaðu at stúra fyri, at ærnar kundu missa mjólkina. Men, líkt er ikki til, at tað gjørdist nakar stórvegis trupulleiki.

 

Nú heystfrítíðin hevur verið, hava fólk tikið tey seinastu eplini upp í onkrari stórari veltu á Sandi, og tey lata ógvuliga væl at.

 

- Vit vóru fleiri í veltuni í gjár, og tað var veruliga stuttligt at taka upp epli. Undir summum stelkum vóru fleiri og tjúgu epli, men tað vóru sjálvsagt eisini stelkar sum góvu nógv minni.

 

Tey, sum vóru í veltuni í gjár, vóru samd um, at tað eru fleiri ár síðan, at eplagrøðin í hesi sandveltu hevur verið so góð seinast, og meginparturin var stór og góð epli.