Rættiliga avgerandi fyri lagnuna hjá samgonguni

Sum støðan er nú, fer Fólkaflokkurin ikki at akvøða fyri teimum uppskotum um avgjøld á vinnulív og borgarar, sum eru fortreytin fyri, at fíggjarkarmurin, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava lagt fyri tingið, skal halda. Fyri at fáa samanhang í uppskotið um fíggjarkarmin fyri næsta ár, er tað nevniliga ein fortreyt, at Løgtingið samtykkir fleiri uppskot, sum økja um inntøkurnar hjá landskassanum við hægri avgjøldum á borgarar og vinnulív. Men Jørgen Niclsen ger greitt, at Fólkaflokkurin fer ikki at atkvøða fyri slíkum uppskotum, so leingi semja ikki fæst um fleiri almennar sparingar.

- Fólkaflokkurin er ikki samdur við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at leggja fleiri avgjøld á borgarar og vinnulív, uttan at fleiri almennar sparingar verða settar í verk.

- Skulu borgarar og vinnulív klára seg við minni, skulu almennir stovnar eisini klára seg við minni.

- Sostatt skulu vit gera púra greitt, at sum uppskotið um fíggjarkarm sær út nú, taka vit ikki undir við tí og sum støðan er nú, fara vit ikki at atkvøða fyri uppskotum um at áleggja fleiri avgjøld á vinnulív og borgarar.

Sostatt eru tvinnir kostir eftir: Annar kosturin er, at Løgtingið broytir uppskotið um fíggjarkarmin so grundleggjandi, at øll samgongan kann semjast um tað.

- Tað kann henda, at vit í Løgtinginum klára at finna ta semjuna, sum landsstýrið ikki kláraði at finna, sigur Jørgen Niclasen.

- Men so er spurningurin um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin góðtaka tær broytingarnar.

Hin kosturin er, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin leita sær hjálp frá andstøðuni fyri at fáa sítt uppskot samtykt.

Men tað er lítið sannlíkt, at nøkur hjálp er at heinta haðani, tí andstøðuflokkarnir hava at kalla kappast um at heita á samgonguna um at leggja frá sær.

Jørgen Niclasen staðfestir, at sum støðan er nú, ætlar Fólkaflokkurin ikki at rýma úr samgonguni.

Men hann vil ikki siga, hvat hendir, vissi Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, leita sær hjálp hjá andstøðini at fáa uppskot samtykt, sum triði samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, ikki tekur undir við.

- Tað er ein spurningur, sum vit taka støðu til, tá ið tann støðan uppstendur.

Men formaður Fólkafloksins ásannar, at uppskotið um útreiðslukarmin er rættiliga grundleggjandi, tí hann verður grundarlagið undir førda politikkinum framyvir.

Tískil ásannar hann eisini, at lagnan sum uppskotið um fíggjarkarmin fær í Løgtinginum, verður eisini rættiliga avgerandi fyri framtíðina hjá hesi samgonguni.

- Tað hevði eg ímynda mær, sigur Jørgen Niclasen.