Ein stoypibilur kemur koyrandi spakuliga eftir bygdarvegnum í Kunoy.
Hann hevur júst avgreitt ørindi síni norðarlaga í bygdini, har kunoyingar eru í ferð við at stoypa sær nýggja og rættiliga stóra rætt.
Henda rættin hoyrir til hagapartin Fyri Norðan sum hevur 178 áseyðir. Her verður í framtíðini møguleiki til at reka seyðin og haraftrat at kunna býta hann sundur í fimm rúm í rættini.
Hetta er ein rættiliga praktisk loysn, serliga hjá teimum ið eiga nógvan seyð. Her fáa tær ein møguleika at kunna skilja seyðin sundur í hesi fimm rúmini.
Arbeiðnum við rættini gongur rættiliga væl. Longu dagin eftir skuldi stoypibilurin koma aftur við næstu lastini.
At hjálpa til við hesum stoypingini var Jógvan Suni farin ein túr á rættina.
- Vit miða eftir, at rættin verður klár at taka í nýtslu fyrst í juli mánaði, tá klippingin kemur fyri, greiðir Jógvan Suni íðin frá.
Gomul rætt
Tað var vist uppá tíðina, at menn tóku seg saman um at fáa sær eina rætt, her norðan fyri ytsta býlingin í Kunoy.
Í rættiliga mong ár hava teir havt eina gamla rætt, sum í dag má metast at hava sæð sínar bestu dagar.
- Ein maður var her í gjárkvøldið, og hann pástóð, at henda gamla rættin stavar heilt afturi frá miðøldini.
- Líka veit eg, um tað er rætt ella ikki. Eg veit bara, at hon er púra óbrúkilig í dag, sigur Jógvan Suni, og vísir m.a. til at hon er alt ov lítil.
Aðrastaðni í Oyggjablaðnum í dag er mynd av hesi rættini. Og her gongur sjón fyri søgn um, at henda rættin man hava sæð sínar bestu dagar.
Tí gongst sum ætlað verður hon neyvan brúkt aftur í bræði.
Næsta byggistig
Teir hava í nøkur ár arbeitt við hesi nýggju rættini, og nú er so líkt til at hon verður veruleiki skjótt.
- Rættin er 144 fermetrar til støddar, og er tí rættiliga stór, staðfestir Jógvan Suni. - Vit gjørdu tað við vilja, soleiðis at tað skuldu vera góðar umstøður at arbeiða inni í henni.
Í fyrstu atløgu verður bert talan um eina vanliga rætt, eins og so mangar aðrar. Men einaferð í framtíðini verður vónandi farið undir eitt “byggistig” aftrat.
Møguleiki er nevniliga eisini at inniloka rættina, soleiðis at menn kunnu fáa sær eitt hús í erva.
- Vónandi verður tað veruleiki um ikki so langa tíð, sigur Jógvan Suni Michaelsen.