Rættilig gongd komin á

Skeiðsdepilin á Langasandi, ið fór undir virki sítt fyri góðum ári síðani, í september 1999, hevur nú so nógvar skeiðsrøðir, at nýggjar fáa valla byrjað fyrr enn komandi vár.


Samanlagt eru tríggjar í vikuskiftum, t.e. fríggjakvøld til sunnudagar, og tvær í miðvikum, t.e. týskvøld til hósdagar. Flestu skeiðini eru skipað í 6 vikuskifti ella miðvikur, t.e. á leið eitt um mánaðin; men onkur fevna um átta ferðir.

Sostatt eru at kalla øll vikuskifti og fleiri miðvikur longu bundin hetta til mars/apríl. Tó ber til at taka einstakar bólkar, t.e. 6-10 fólk, á skeið aftur frá februar 2001.

Lærugreinir

Skeiðini, ið byrjað eru ella byrja nú, eru hesi: eitt skeið, ið eitur »Føroyskt í fyri- og umsiting«, eitt fyri danir, ið vilja ella hava tørv á at læra føroyskt, tvey framhaldsskeið í enskum og eitt hægri skeið í enskum.

Luttakarar hava annaðhvørt teknað seg einsæris ella í bólkum og í summum førum eru tað stovnar ella fyritøkur, sum hava biðið um skeiðsrøðir til starvsfólk.

Sum er, verða 28 skeið hildin hetta til út á várið; eingi av hesum eru stakskeið, ið bert vara eitt vikuskifti, eina miðviku ella viku; men øll eru skipað í røðir, har luttakararnir koma á skeið 6-8 ferðir komandi hálva árið.

Frálæran

Fimm lærarafólk við ymiskum og fjølbroyttum bakstøði og fortreytum hava skeiðini í føroyskum; og hesi eru Sjúrður Ferjá, Álvur Enni, Rúni Bjarkhamar, Snæbjørn í Dali og Tórður Jóansson.

Í enskum eru lærarafólkini seks í tali, somuleiðis við fjølbroyttum bakstøði og úr ymiskum londum, eitt nú Bretlandi, Avstralia og Filipsoyggjunum; og tey eru: Sue Philbrow, Alex Ocampo, Natascha Johannesen, Jacqueline Skúvadal, Ernst S. Olsen og Tórður Jóansson.

Skeiðsleiðari er Tórður Jóansson og umsitingarleiðari á Skeiðsdeplinum er Jan Slættalíð. ? Heimasíðan er: www.depilin.fo