PRÀT
-Eg haldi, at vit vóru tann rætti vinnarin, sigur Rúni Weihe, sum spælir vi∂ ÍF.
Ársins leikari í hjá monnum í fjør spældi fyri fyrstu fer∂ steypafinalu leygardagin, sí∂ani byrja∂ var∂ vi∂ hesum táttinum í føroyskum flogbólti. Hann ver∂ur av mongum rokna∂ur at vera eitt hitt størsta talenti∂ í mong ár í føroyskum flogbólti seinnu árini. Ta∂ var eisini upp á tal, at hann skuldi fara uttanlands at royna síni evni, men hetta var∂ av ongum. Hann flutti tó úr meistarali∂num Fram til ÍF.
Um gongdina í dystinum sigur Rúni:
-Ta∂ vísir seg, at ger eitt li∂ fyrst einar tveir feilir, so tapar teir kanska eini fimm stig og detta afturum, sigur Rúni Weihe.
Rúni Weihe hevur eisini roynt seg sum dómara vi∂ hetta á∂ur undanfarin ár, men hann er meira gla∂ur fyri at sleppa at spæla, og hann letur væl at spælinum.
-Ta∂ var ein gó∂ur dystur upp á allar mátar. Kanska eitt sindur einstátta∂ur vi∂ øgiliga nógvum spæli á kantunum, sigur Rúni Weihe.
Eins og onnur vísir Rúni á, at karmarnir og ásko∂ararnir vóru naka∂ heilt serligt í høllini leygardagin.-Eg havi spælt nógvar fer∂ir uttanlands, og eg havi ongantí∂ veri∂ vi∂ til, at so nógv ver∂ur gjørt burturúr. Hetta er at líkna vi∂ altjó∂a stø∂i, sigur Rúni Weihe, sum nú saman vi∂ li∂feløgunum úr ÍF setir kósina eftir at finna føroyameistaraheiti∂.