?Rætti? føroyingurin!

Eg havi ikki trupulleikar av, at aðrir nationalitetir integrera seg í føroyska samfelagið. Men viðmerkingarnar hjá Ivani Eginsson til eina oddagrein í Dimma-lætting kunnu kennast ørkymlandi.

Í fyrsta broti heldur hann tað vera undarligt í hansara verð, at eitt sannført sambandsfólk kann skriva/siga seg vera ?rættan? føroying.
Er tað ikki júst tað sama sum at siga, at sambandsfólk eru ikki ?rættir? føroyingar?
Seinni í greinini setir Ivan nakrar spurningar, m.a. um at sýta honum at vera føroying.
Bera orð Ivan?s í fyrsta brotið í greinini ikki brá av at sýta sambandsfólki at vera føroyingar?
Verðin hjá Ivan kann ikki fevna um nógv, tá hann at enda í eini grein gloymir, hvat hann byrjaði greinina við!
Lat vera at tosa um grundleggjandi mannarættindi, tí longu í hasi greinini hevur tú sjálvur brotið hesi boð.
Hvørki Ivan ella nakar annar av hansara politisku floksfeløgum eru førir fyri at døma um, hvør er - ella skal vera - skýrdur ?rættur? føroyingur, heldur enn nakar annar.
Eg meti, at tá man er føddur og uppvaksin í Føroyum er man føroyingur - líka mikið hvønn politiskan lit man hevur.
Um eg so hevði flutt í annað land t.d. Rusland, so hevði eg integrera meg so væl eg kundi, men í hjartanum hevði eg altíð verið føroyingur - og sambandsmaður.