Rættast at privatisera bankan

? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er rættari at grunnurin sum frálíður selur síni partabrøv, m.a. fyri at ein størri skari av Føroya fólki skal fáa áhuga og ávirkan, eins og medvit fyri einum kapitalmarknaði í Føroyum, sigur nýggi formaðurin

Fíggingargrunnurin er nú føroyskur burturav, og hann eigur frameftir flestu partabrøvini i Føroya Banka.

Týsdagin valdi nýggja nevndin í fíggingargrunninum í felag fimta nevndarlimin. Tað er Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni.

1. januar í ár vóru viðtøkurar fyri grunnin broyttar. Áður var galdandi, at danska stjórnin valdi tríggjar nevndarlimir og Landsstýrið tveir. Nú velur Landsstýrið fýra limir, sum síðani í felag velja fimta limin.

John P. Danielsen, fíggjarstjóri, er formaður. Hinir nevndarlimirnir eru: Eyðhild Skaalum, advokatur, Eyðfinn Færø, roknskaparleiðari, Hildur Gunnarsdóttir, bókhaldari og Niels Sørensen, stjóri.


Vinnurekandi grunnur

Fundurin týsdagin skuldi velja fimta limin í nevndini, samstundis sum grunnurin skuldi avgreiða umsókn um skráseting sum vinnurekandi grunnur.

Spurdur, hví nevndin júst valdi Niels Sørensen, ið varð koyrdur frá sum stjóri í Fiskasøluni, tá stórbroytingarnar innan fígging og vinnulív fóru fram í kreppuárunum, sigur John P. Danielsen:

? Tað stendur í viðtøkunum, tá talan er um vinnurekandi grunnar, at nevndarlimir eiga ikki at vera heftir av stovnarunum. Tá vit heldur ikki hildu tað vera skilagott at velja nevndarlimir sum arbeiða í banka og sparikassa, varð Niels Sørensen, stjóri, millum evnini, sum lúkaðu treytirnar. Hann er útbúgvin HA í Danmark, umframt at hann hevur universitetsútbúgving innan vinnulívsøkið í Bretlandi, sigur John P Danielsen, sum eisini var nevndarlimur í gomlu nevndini.


Fylgja við gongdini

Komandi virksemið í fíggingargrunninum verður at fylgja væl við at partabrøvini í grunnunum hava tað virðið tey eiga at hava, og at hava eftirlit við at raksturin í Føroya Banka er í lagi, eins og at fylgja við búskapargongdini í samfelagnum, sigur John P Danielsen, sum eisini ger vart við at grunnurin hevur eitt rættarmál í Danmark móti Den Danske Bank, og at grunnurin eisini skal fylgja við gongdini har.

Higartil hevur formaðurin í grunninum verið dani, og tí hevur skrivstova og skjalasavn verið í Danmark, har ein skrivari arbeiddi hálva tíð. Í Føroyum hevur eisini verið skrivari. Tað er Bjarni Olsen, stjóri á Hagstovuni, og hann er frameftir eisini skrivari í grunninum.

Nú er skrivstovan í Danmark latin aftur, men av tí at skjalasavnið ikki er flutt heim til Føroya, hevur danski skrivarin umsjón við hesum enn.

Nú verður farið undir at finna hóskandi hølir til skjalasavnið hjá grunninum í Føroyum, men hetta verður ikki skrivstova, sum verður opin fyri almenningium, sigur John P. Danielsen.


Fara undir privatiseringsprosessina

? Verður í næstum farið undir at privatisera bankan?

? Eg var við í arbeiðsbólki, sum í 1997 skrivaði álit um at privatisera bankan.

Í avtaluni frá 3. november 1995 millum Landsstýrið og donsku stjórina var m.a. nevnt, at fíggingargrunnurin skuldi selja partabrøvini so hvørt sum fráleið, og grunnurin setti tí arbeiðsbólk í 1997. Álitið frá arbeiðsbólkinum vísir á, hvussu bankin kann privatiserast. Tað sigur m.a. at ansast skal eftir, at ikki ov nógv parta- brøv verða seld í senn, og at tey ikki eiga at verða á ov fáum hondum, eins og ansast skal eftir, at ikki meir enn ávíst tal av partabrøvum kunnu fara á útlendskar hendur.

? Eg haldi, at vit eiga at fara undir privatiserings- prosessina, men vit eiga at fara varliga fram, við t.d. at selja 10 - 15 pst. av partabrøvum í smáum, og at broyta viðtøkurnar soleiðis, at ein persónur bert kann eiga ávíst tal av partabrøvum o.s.fr, fyri at Føroya Banki skal fáa so breiðan eigaraskara sum til ber.

? Eg haldi, at fíggingargrunnurin sum frálíður eigur at selja partabrøvini, so øll fáa lut í bankanum.

Eiga ikki øll bankan tá fíggingargrunnurin eigur hann?

? Eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er rættari at grunnurin sum frálíður selur síni partabrøv m.a. fyri at ein størri skari av Føroya fólki skal fáa ábyrgd og ávirkan, eisini fyri at fáa medvit fyri einum kapitalmarknaði í Føroyum, sigur John P. Danielsen.