Rættartrygdin skúgvað til viks

 Rættartrygdin hjá alment settum er versnað munandi við hægsturættardóminum frá 16. november 2004.
Somikið avgjørdur er umboðsmaðurin hjá Fólkatinginum Hans Gammeltoft-Hansen.
Dómurin, sum sipað verður til, er staðfestingin av, at tá uppsagnarmál viðvíkjandi alment settum starvsfólki er avgreitt við avtalu millum partarnar, er ikki stórt meira, sum umboðsmaðurin fær gjørt við hetta.
Í svarskrivi til Fólkatingið staðfesti umboðsmaðurin fyri jól í 2004, at hann er av teirri greiðu fatan, at hetta ger rættartrygdina hjá alment settum munandi verri.
 Tað er eftir míni fatan ein øktur vandi fyri at mál, har alment sett starvfsólk verður sagt úr starvi eftir avtalu kunnu bera dám av ósakligum áhugamálum hjá myndugleikunum, staðfestir umboðsmaðurin í skrivinum.
Hann vísir samstundis á, at avgerðin hjá Hægstarætti fær týdning fyri møguleikarnar hjá umboðsmanninum at kanna, hvørt uppsagnir av almennum starvsfólki eru viðgjørdar á einum sakligum grundarlagi.
Júst sami dómur hjá hægstarætti er orsøkin til, at Løgtingsins umboðsmaður ikki vil gera meira við málið um uppsøgnina av Dagmar S. Joensen sum stjóra á Rúsdrekkasølu landsins.