Nú verða skipað viðurskifti galdandi fyri Fiskavirkisskipanina, sum ALS umsitur.
Síðani skipanin kom í 1992, hevur ALS vantað eina kunngerð og ein yvirskipaðan setning at stýra Fiskavirkisskipanini eftir, og hetta hevur verið óheppið.
ALS viðgjørdi Fiskavirkisskipanina í seinasta blaði sínum, Skýráki. Har stóð at lesa, at tað er komið fyri, at stuðul hevur verið útgoldin av órøttum, tí ongar formligar og neyvar reglur hava verið um fráboðan og váttan av upplýsingum, sum útgjald úr skipanini skulu grundast á. Uttan kunngerð og neyvar reglur hevur umsitingin á ALS verið noydd at roynt sum frægast at áseta fyrisitingarligar mannagongdir fyri Fiskavirkisskipanina. Og úrslitið hevur ikki altíð verið nóg gott. Men nú verða viðurskiftini skipað.
Stýrið fyri ALS hevur gjørt av at lýsa eina kunngerð, sum tryggar rætta nýtslu av Fiskavirkisskipanini. Kunngerðin gevur ALS møguleika at hava eitt neyvt eftirlit við, at stuðul ikki verður útgoldin av órøttum, umframt at reglurnar hava ein greiðan boðskap til brúkararnar um rættindi og skyldur. Kunngerðin tekur støði í verandi mannagongdum og í álitinum, sum varð gjørt í sambandi við upprunaligu ALS-lógina.
Ein trygd fyri javnari
inntøku
Ætlanin við Fiskavirkisskipanini er at tryggja fólki, ið eru knýtt at fiskavirkjum, men sum stundum eru arbeiðsleys vegna fiskaloysi, eina støðuga og javna inntøku. Við hesi skipan hevur verið gjørligt hjá virkjum at hava fólk tøk til arbeiði, hóast virksemi hevur verið óstøðugt.
Sum kunnugt er misjavnt, hvussu nógvur fiskur kemur á land, og tí hevur eisini verið ógvuliga misjavnt, hvussu mong hava fingið stuðul um Fiskavirkisskipanina. Í løtuni eru umleið 1600 fólk knýtt at Fiskavirkisskipanini, harav fáa millum 600 og 700 fólk útgjald frá ALS, tí tey arbeiða færri enn 32 tímar um vikuna. Talið á fiskavirkjum, sum knýtt eru at Fiskavirkisskipanini, táttar í tey 50.
Nú kunngerð verður lýst fyri Fiskavirkisskipanina, verður greitt ásett, hvørji rættindi og hvørjar skyldur hvíla á Arbeiðsloysisskipanini, arbeiðsgevarum og teimum, sum móttaka stuðul eftir Fiskavirkisskipanini.
Stýrið fyri ALS hevur samtykt, at nýggja kunngerðin fær gildi frá 25. september 2000.
Fakta um Fiskavirkis-
skipanina:
* Fiskavirkisskipanin er ein serlig arbeiðsloysistrygging undir ALS, sum er fyri fólk, ið arbeiða á fiskavirkjum.
* Skipanin gevur rætt til upp í 32 tryggingartímar um vikuna við stuðli frá ALS. Arbeiðstímarnir hjá tryggingartakarunum verða drignir frá teimum 32 tryggingartímunum.
* Stuðulin frá ALS verður ásettur eftir inntøkuni teir undanfarnu 12 mánaðirnar, og tryggingartímin gevur í mesta lagi 70 prosent av eini arbeiðaraløn.
Krøv til virkini
Fyri at kunna vera við í skipanini skal fiskavirkið hava eina góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til at tilvirka fisk. Harumframt skal fiskavirkið hava støðugt arbeiði. Hetta merkir, at virkið í einum 12 mánaða skeiði í minsta lagi skal arbeiða í 6 mánaðir. Teir 6 mánaðirnir kunnu vera í fleiri tíðarskeiðum. Tó má hvørt tíðarskeið ikki vera styttri enn 2 mánaðir. Hetta merkir, at um eitt fiskavirki tilvirkar fisk ella fiskaúrdráttir í januar til februar, mai til juni og oktober til november, kann virkið vera við í Fiskavirkisskipanini hesi tíðarskeið.
Talið á starvsfólkum, sum virkið hevur knýtt at Fiskavirkisskipanini, skal setast í mun til framleiðsluorkuna hjá virkinum. Fyri at virkini kunnu koma í skipanina, skulu tey senda Arbeiðsloysisskipanini eitt serligt umsóknarblað.
Tá starvsfólk skulu hava arbeiðsloysstuðul útgoldnan, skal fiskavirkið vátta ymiskar upplýsingar á serligum FV-korti, sum starvsfólkini skulu lata Arbeiðsloysisskipanini.
Hesi kunnu fáa ískoyti
Fyri at vera í Fiskavirkisskipanini skulu starvsfólkini á einum fiskavirki eisini lúka ávísar treytir. Umframt at hava fast setanarligt tilknýti til eitt fiskavirki, sum er í Fiskavirkisskipanini, skulu tey eisini vera send til hús vegna tíðarbundnan steðg. Dømi um slíkan steðg eru: Tørvandi fesk rávøra, og um virkið er stongt vegna t.d. umvælingar (hesar umvælingar mugu tó ikki halda á meira enn 2 vikur). Fólk undir útbúgving, sjálvstøðug vinnurekandi ella fólk, ið hava setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar meira enn 10 tímar um vikuna, hava ikki rætt til útgjald eftir Fiskavirkisskipanini.
Fyri at fáa ískoytisstuðulin útgoldnan, skulu starvsfólkini vera millum 16 og 67 ár, tey skulu, áðrenn tey kunnu fáa útgjald fyrstu ferð, senda Arbeiðsloysisskipanini umsóknarblað og lata inn eitt serligt skjal í sambandi við hvørt útgjald. Hetta skjal verður kallað eitt FV-kort (=FiskaVirkis kort). Hetta kortið líkist ALS-kortunum, ið tey, sum fáa útgjald eftir vanligu skipanini, lata inn.
Tey, sum fáa útgjald eftir Fiskavirkisskipanini, skulu vera tøk fyri fiskavirkið, teir dagar, ið tey fáa útgjald.
Arbeiðsloysisstuðul verður útgoldin frá og við 9. arbeiðsloysistíma. Tó verður tann parturin av A-inntøkuni í vikuni,, sum er meira enn ein vikuløn sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, umroknaður til tímar, sum arbeiðsloysisskipanin ikki verður goldin fyri.
Um ein persónur ikki er biðin til arbeiðis á virkinum í 8 vikur á rað, kann hann/hon ikki verða verandi í Fiskavirkisskipanini. Hetta grundað á, at tá ið viðkomandi ikki er biðin til arbeiðis í so langa tíð, verður virkið ikki mett at hava tørv á arbeiðsmegi.
Aðrar inntøkur
Fólk, sum eru í Fiskavirkisskipanini, kunnu í ein ávísan mun arbeiða hjá øðrum arbeiðsgevara enn fiskavirkinum, ið tey eru knýtt at. Inntøka frá øðrum arbeiðsgevara skal fráboðast Arbeiðsloysisskipanini á FV-kortinum. Fer arbeiðstímatalið upp um 10 tímar um vikuna, 8 vikur á rað, verður viðkomandi ikki mettur sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum longur og kann tí ikki halda fram í skipanini uttan at lata inn nýggja umsókn.
Niðursett arbeiðstíð
í Fiskavirkisskipanini
Fólk, ið ikki arbeiða fulla tíð á fiskavirkinum, kunnu eisini vera í Fiskavirkisskipanini. Stuðulin, sum tey fáa, verður lutfalsliga lægri.
Eisini virki, sum ikki virka fulla tíð, kunnu vera við í Fiskavirkisskipanini. Um eitt virki bert framleiðir fisk ella fiskaúrdráttir mánadag til mikudag, er fiskavirkið bert í Fiskavirkisskipanini hesar dagar. Í einum slíkum føri eru starvsfólkini á virkinum bert fevnd av skipanini frá mánadag til og við mikudag.
Kunning um
fiskavirkisskipanina
Í sambandi við nýggju ásetingarnar um Fiskavirkisskipanina hevur Arbeiðsloysisskipanin gjørt kunnandi tilfar, sum lýsir Fiskavirkisskipanina. Tilfarið fer at liggja á fiskavirkjum, á posthúsum kring landið og fæst annars við at venda sær til skrivstovuna hjá Arbeiðsloysisskipanini. Tilfarið sæst eisini á heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanijni www.als.fo
Arbeiðsloysisskipanin skipar harumframt fyri kunnandi fundum fyri fiskavirkjum og umboðum fyri avvarðandi starvsbólkar.










