– Eg haldi vit hava fingið nógv burtur úr. Vit høvdu nakrar góðar fundir við nógv fólk, og nú eru innkallingarnar í hesum málinum lidnar. Nevndin fer nú at hyggja at hesum, og fer síðani í gongd við at skriva álitið, sigur Alfred Olsen, formaður í Rættarnevndini.
Hann fær ikki sagt nakað um, nær nevndin verður liðug við hetta arbeiði. Heldur ikki fær Alfred Olsen sagt, hvønn veg teir álit og tilmæli fer at hella.
– Nei, tað er ov tíðliga at siga nakað um tað nú, sigur hann. Spurdur um nakað nýtt er komið undan kavi eftir fundirnar í gjár, svarar Alfred Olsen, at onki kollveltandi nýtt kom fram sum so, men at fundirnir teir høvdu avgjørt vóru góðir og áhugaverdir, og at teir hava tænt sínum máli.