Rættarmálið móti Peter Madsen byrjað

Fleiri enn 100 tíðindafólk úr 15 ymiskum londum eru komin at fylgja málinum í býarrættinum í Keypmannahavn.

Klokkan 8.30 føroyska tíð byrjaði rættarmálið í býarrættinum í Keypmannahavn móti Peter Madsen, sum eitt nú er ákærdur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall.

 

Rættarmálið byrjaði við, at ákærin, Jakob Buch-Jepsen, las upp ákæruritið. Tá tað er gjørt, fer ákærin í stuttum at lýsa málið og fer at siga eitt sindur um, hvussu gongdin í málinum ætlandi verður í dag.

 

Eftir hetta fær ákærdi, Peter Madsen, høvi at koma við sínari frágreiðing, og hansara pláss verður miðskeiðis í rættarsalinum. Fyrst fer ákærin, Jakob Buch-Jepsen, at seta ákærda spurningar, og síðan fær verjin, Betina Hald Engmark, orðið.

 

Ein ákærdur hevur hvørki skyldu til at úttala seg, ei heldur til at siga sannleikan.

 

Tað er spentur stemningur í rættarsalinum nummar 60 í býarrættinum í Keypmannahavn í morgun og onkur, sum hevur ætlað sær at sleppa inn sum áhoyrari, hevur bíðað uttan fyri rættarhølini síðan klokkan 04 í morgun.

 

Fleiri enn 100 tíðindafólk úr 15 ymiskum londum eru komin at fylgja rættarmálinum, tó at tey flestu eru donsk og svensk tíðindafólk. Men, her eru eisini umboð fyri tíðindamiðlar heilt úr Kina.

 

Serliga stórur er áhugin fyri teirri frágreiðing, ið Peter Madsen væntandi fer at geva rættinum í dag og fyri útleggingini hjá ákæruvaldinum av málinum.

 

Umframt sjálvan rættarsalin, er eisini skipað eitt lurtirúm, har tíðindafólk bæði hoyra og síggja livandi myndir úr sjálvum rættarsalinum, eins og vóru tey inni í sjálvum salinum.

 

Nakrar fáar minuttir, áðrenn rættarmálið byrjaði í morgun, komu foreldrini hjá Kim Wall, mamman Ingrid og pápin, Joachim, í rættarsalin sum avvarðandi.