Rættarmál skal útsetast

Formaðurin í italska tjóðartinginum hevur nú biðið dómsvaldið útseta eitt rættarmál ímóti landsins forsætisráðharra, Silvio Berlusconi. Formaðurin heldur, at málið eigur ikki at koma fyri rættin, fyrr enn Berlusconi er farin frá.

Eftir ætlanini skal málið koma fyri í rættinum í Milano í dag, og ákæruvaldið vil hava forsætisráðharran dømdan fyri at hava roynt at mutra fleiri dómarar, tá hann vildi hava ræðið á einari stórari handilsfyritøku í 1985.

Marcello Pera, tjóðartingsformaður, heldur, at rættarmálið er sera óheppið, tí tað kann skaða umdømi forsætisráðharrans, eins og tað eisini kann skaða landsins umdømi í altjóða samfelagnum. Tí vil hann hava málið útsett, til Berlusconi er farin úr forsætisráðharraembætinum.