Mikudagin 17. juni klokkan 18 til 20 hevur Rættarhjálp Føroya opið fyri ráðgeving í Íverksetarahúsinum í Klaksvík Við í Klaksvík verða 4 ráðgevar, so vit vænta at fáa stundir at veita øllum, sum koma, ráðgeving. Tey, sum hava bílagt tíð, verða tó tikin framum.
Til ber at bíleggja sær tíð til ráðgeving á tlf. 319823 í vanligu upplatingartíðini hjá Rættarhjálpini.
Rættarhjálpin er stovnað í 1996 av sjálvbodnum juristum. Endamálið er at veita einstaklingum ókeypis løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving. Tiltakið í Klaksvík er ein roynd at røkka málbólkar, ið tey møguliga ikki røkka í dag, vegna tað at Rættarhjálpin bert hevur opið fyri persónligari ráðgeving á skrivstovuni í Havn.