Rættarhjálp á Býarbókasavnið

- Skjótt er at koma illa fyri í gerandisdegnum, og tá er gott at kunna leita sær ókeypis professionella hjálp.

Á 20 ára degnum hjá Rættarhjálp Føroya, sum varð hildin í posthúskjallaranum seinnapartin, avdúkaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at í vetur verður farið undir eina roynd við samstarvi millum Rættarhjálpina og Býarbókasavnið.

 

Í stuttari røðu segði borgarstjórin, at tað eru mong, sum hava fegnast um hetta átak seinastu 20 árini og tað einastandandi í, at endamálið er at bjóða ókeypis løgfrøðiliga hjálp til teirra, sum kanska ikki hava ráð ella umstøður at keypa sær hesa hjálp.

 

- Tað er eisini alla æru vert, at so nógvir løgfrøðingar, bæði frá tí almenna og tí privata, hava sett tíð og orku av til at dugna hesum átaki gjøgnum árini. Vit, sum ikki eru løgfrøðingar, kenna øll kensluna av at drukna í lógum og paragraffum, og tá er gott at hava eitt stað sum Rættarhjálpina at fara til.

 

Heðin Mortensen helt fyri, at hetta í stóran mun er ein spurningur um rættindini hjá tí einstaka. Nógv hava hvørki ráð, umstøður ella stundir at avgreiða øll lívsins viðurskifti soleiðis, at einki liggur á láni.

 

- Skjótt er at koma illa fyri av krøvum í gerandisdegnum, og tá er gott at hava møguleika at leita sær ókeypis professionella hjálp. Vit fara í vetur undir eitt samstarv og eina roynd, har Rættarhjálpin fer at halda til í hølunum hjá Býarbókasavninum, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.

 

Hann vísti á, at av øðrum tænastum, sum Býarbókasavnið bjóðar, er eitt nú lektiuhjálp, sum er ein útrætt hond til teir næmingar, sum hava brúk fyri eitt sindur av eyka hjálp fyri at koma víðari í sínari skúlagongd.

 

- Á Býarbókasavninum er eisini eitt lestrarhøli til lesandi um summarið og á jólum, og harumframt verður skipað fyri Sambinding, sum er ein roynd at binda saman tær ymisku mentaninar, vit hava í kommununi, og at hjálpa útlendingum til at kenna seg betur til rættis í Tórhavnar kommunu, segði Heðin Mortensen.