Í dag skal Nedre Romerike tingrett taka støðu til, um norski miljarderurin, Tom Hagen, skal sleppa inn aftur í hús síni við Sloraveien 4, sum løgreglan hevur lagt hald á, tí tey meta, at tað er her, at Anne-Elisabeth Hagen hevur møtt sínari lagnu.
Løgreglan hevur skuldsett hjúnafelagan, Tom Hagen, fyri at hava beint fyri konu síni - ella at hava viðvirkað til, at hon er dripin.
Tom Hagen noktar seg sekan í skuldsetingini og sigur seg ongan leiklut hava í, at kona hansara hvarv feigdardagin hin 31. oktober í 2018.
Í fleiri mánaðir hevur løgreglan havt húsini hjá miljarderinum um hendi, og tískil er Tom Hagen ongantíð sloppin heim aftur til sín sjálvs, síðan hann varð leyslatin úr varðhaldinum seint í vár.
Bæði lagmannsrætturin og hægstirættur søgdu tá, at grundarlagið hjá løgregluni at varðhaldsfongsla mannin er ov veikt. Tveir av trimum dómarum í lagmannsrættinum hildu ikki rímiliga orsøk vera til, at Tom Hagen er sekur, og hægstirættur staðfesti tá avgerðina hjá lagmannsrættinum.
Tá løgreglan kortini vildi handtaka miljarderin aftur beint eftir leyslating, talaði norski ríkisadvokaturin at og segði, at rættarskipanin hevði talað.
Nú Tom Hagen ikki er sloppin heim aftur til sín sjálvs eftir allar hesar mánaðirnar, og løgreglan hevur boðað honum frá, at tey helst fara at hava húsini undir hond í nakrar mánaðir aftrat, hevur verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, reist málið í norska tingrættinum, sum skal taka støðu til málið í dag.
- Vit taka tað, sum tað kemur og fáa at síggja, hvørja støðu dómarin kemur til í dag, segði Svein Holden við norskar miðlar um vónirnar, tá hann var á veg inn í rættin í morgun.
Mangt bendir tó á, at tað kann gerast trupult hjá verjanum at sannføra tingrættin um, at Tom Hagen nú skal sleppa inn í hús síni aftur. Maðurin er jú skuldsettur, og løgreglan metir, at húsini eru drápsstaður.
Tí er slett ikki vist, at miljarderurin yvirhøvur sleppur inn aftur í húsini, fyrr enn endalig støða er tikin til málið ímóti honum. Skuldi tað hinvegin hent, at løgreglan broytir støðu, soleiðis at skuldsetingin móti honum fellur burtur, kann heimið framvegis roknast sum drápsstaður.
Útlitini hjá verjanum, Svein Holden, í dag er tískil ivingarsom, men í løtuni er einki avgjørt. Rættarskipanin hevur higartil hildið tað verið í lagi, at løgreglan sleppur at gera seg lidna í húsunum, tó at hetta hevur tikið langa tíð.
Viðgerðin í tingrættinum byrjaði í morgun klokkan 9.
Sambært verjanum, Svein Holden, er tað tyngjandi fyri 70 ára gamla, Tom Hagen, ikki at sleppa heim aftur til sín sjálvs eftir so langa tíð.
- Tað er krevjandi fyri ein tilkomnan mann ikki at hava atgongd til síni egnu hús. Øll vita, hvør maðurin er, og tað er greitt, at tað er serliga tyngjandi fyri hann ikki at sleppa heim aftur og kunna lata hurðina aftur. Ímóti sínum vilja er Tom Hagen vorðin ein almennur persónur, sigur verji hansara við norskar miðlar á veg inn í rættarhølini í morgun.
Sambært norskum miðlum, er Tom Hagen sjálvur ikki í rættinum í morgun, men verður umboðaður av verjanum, Svein Holden, sum fer at spyrja rættin, um tað er neyðugt, at húsini eftir so langa tíð framvegis ikki eru leysgivin - og um treytirnar hjá løgregluni fyri framhaldandi at hava tey í varðveitslu eru uppfyltar.
##med2##