Sum nakað nýtt letur Føroya Rættur dyrnar upp hetta kvøldið, og har verður høvi hjá almenninginum at síggja rættarhølini og annars nýliga umvældu fundarhølini í Føroya Rætti. Hølini vera opin frá klokkan 19 – 22.
Ætlanin er at pallseta ein rættarfund, klokkan 20 og klokkan 21, so høvi eisini verður at fáa eitt lítið innlit í, hvussu ein slíkur rættarfundur fer fram. Plássið fyri áhoyrarum er avmarkað, og tí verður sami »rættarfundur« tvær ferðir hetta kvøldið.
Ein kaffimunnur verður at fáa og annars verður eisini møguleiki at njóta hugnaliga urtagarðin, sum er kring Føroya Rætti, boðar rætturin frá.