Arbeiðið við at umvæla rættarsalirnar í Dómhúsinum er nú liðugt, og rættarfundirnir verða nú aftur hildnir í teimum.
Nú eiga hølini hjá umsitingini tørn at verða umvæld, og tí flytur øll umsitingin niðan Undir Glaðsheygg at vera, meðan umvælingararbeiðið fer fram.
Skrivstovurnar skulu umbyggjast og útbyggjast fyri at betra um umstøðurnar. Hetta er tiltrongt bæði fyri starvsfólkini og fyri brúkararnar.
Umvælingin er stórarbeiði, sum krevur samskipan og umlegging av dagligu arbeiðsmannagongdunum á Dómaraskrivstovuni.
Arbeiðið byrjar fyrst í mars.