Rættar venjingar flyta okkum langt

FSF-Varpið: Jógvan Martin Olsen fortelur um U19 og um týdningin av røttum venjingum

FSF Varpið - Í ársins fyrstu sending verður ljós varpað á týdningin av kvalitetsvenjingum av okkara yngru spælarum. Gestur er Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari og U19-landsliðsvenjari

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið

 

- Verða venjingarnar úti í feløgunum sett rætt upp, og venjingarnar verða meir tilvitaðar, so kunnu vit flyta okkum langt. Bera vit okkum rætt at, so gongur ikki lang tíð, til vit hava innheintað okkara nærmastu kappingarneytar, sigur Jógvan Martin Olsen, fótbóltsmennari og U19-landsliðsvenjari.

 

FSF Varpið er aftur í luftini, og í fyrstu sendingini í 2018 verður ljós varpað á Úrvalsvenjingarnar, ið fótbóltsmennararnir hjá FSF standa fyri. Eisini verður hugt nærri at U19-landsliðnum við dreingjum, sum í ár skal til tvær altjóða kappingar.

 

Í september fer liðið til UEFA menningarkapping í Lettlandi, og í oktober skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum til innleiðandi EM-undankapping í Írlandi.