Hjá okkum í dag 37 tingfólk.?Í Noregi er tingmannatalið nýliga ásett til 169, sum er ógvuliga nær kubikkrótini (170) av fólkatalinum góðar 4,9 mió. Í Danmark velja tey 175 tingfólk (4 koma so afturat) og liggur hetta rættiliga nær at kubikkrótini (177) av fólkatalinum knappar 5,6 mió. ?Hetta ljóðar í fyrstu atløgu eitt sindur mystiskt – nakað sum við veiðiorkuni á sinni. Men frágreiðingin er einføld. Her er talan um áleið sambandið millum broytingar í fólkatali og broytingar í fjølbroytni.?Hugsa tær eitt føroyskt ítróttarfelag við stórthundrað limum. Hetta felagið hevur bæði yngri og eldri limir, gentur og dreingir, er virkið í fleiri ítróttargreinum, hevur virknar limir og stuðulslimir og so frameftirni. At umboða hetta fjølbroytni krevst nevnd av ávísari stødd. ?Hugsa tær nú ítróttarfelag við gott túsund limum. Hetta felagið er nakað meiri fjølbroytt, við í nakað fleiri kappingum, hevur nakað størri íløgur og rakstur, men felagið er ikki 10 ferðir so fjølbroytt, hóast tað er 10 ferðir so stórt sum hitt fyrra felagið.?Fleiri vísindafólk (eisini okkara egna í Beinta Jákupsstovu) hava millum ár og dag víst á, at kubikkrótin av talinum av umboðaðum er gott mát fyri talið av umboðum til tess at tryggja sama fjølbroytni í umboðsstovninum sum í fólkinum. ?Fólkið er fjølbroytt – og ongin kennir mein í annans bein!?Taka vit hesa fatan við okkum og hyggja at Føroya Løgtingi, so sæst týðiliga, at júst at umboða fjølbroytni hevur væntað. Vit hava í mong ár havt frambygdar gubbar út ímóti pensjónsaldri á tingi. Ov fáar kvinnur, ov fá ung, ja enntá ov fá gomul. Samgonga og andstøða hava mangan trupult at umboða nóg fjølbroytta lívsfatan og nøktandi sakligt innlit; summar oyggjar og mangar bygdir eru ikki umboðaðar. Fakligt innlit og yrkislig styrki er sera mismunandi; tær sterku føroysku útbúgvingarnar sum lærara- og skiparaútbúgving eru altíð væl fyri á tingi, men ofta er bert tann eina røddin, sum av egnum royndum kann umboða ávíst fak, yrki, øki, stætt ella virði. ?Løgtingið er ikki nóg umboðandi, tá ið mong orðaskifti á tingi mangla, at fleiri fólk av egnum royndum og djúpum áhuga kunnu vera við í kjakinum. At heilin í hesi veruni ikki hevur nóg gott innlit førir við sær, at ferð eftir ferð forsøma vit tær veldugu sparingar og betringar, sum kundu hent innan útbúgving, kommunur, orku, vinnu og onnur øki mong. ?Nøkur oyru at økja tingmannatalið og betra umstøðurnar hjá tingfólki høvdu verið væl útgivnar, so vit kundu spart rakstur, fingið meira burturúr íløgum og økt inntøkurnar. Stutta av tí langa er sostatt, skulu vit hava parlament í hesum landinum, sum hevur skil fyri øllum tí fjølbroytni ið her er, má tingið vera nóg stórt. Ikki minst mugu tingfólk hava skil fyri øllum tættum í almenna bygnaðinum, so skil fæst á hann. ?Fyrsta stigið er gera tingið umboðandi. Fólkatalið í Føroyum er um 49.000 í løtuni – kubikkrótin er knappliga 37. Vit eiga at seta frymilin i komandi stjórnarskipan, bæði fyri Løgting og kommunustýri, so talið av sær sjálvum broytist við fólkatalinum. So fær fólkið rødd á tingi.