Rætta støðið

Nú Norðurlendsku Junior Meistarakappingin er liðug á hesum sinni, er tíð komin til at taka samanum og at meta um úrtøkan var góð, og um vit eru á røttum palli

Okkara svimjarar eru ikki meira enn komnir úr hylinum, nú vit taka samanum, og meta um hvussu úrtøkan hevur verið, og tá verður ikki einans hugsað um heiðursmerkir.


Menning

Jón Bjarnason, venjari hjá SuSvim, er sum vera man, serstakliga nøgdur við úrslitið hjá Páli, ið hann venur dagliga, og hann ivast ikki í, at vit framhaldandi eiga at senda okkara ungu svimjarar út í slíkar stórkappingar, har tey mennast almikið og læra, hvat krevst, fyri at gera seg galdandi á hesum støði, og hvat krevst, til tess at koma enn longur.

- Úti í feløgunum eiga vit at leggja dent á at fáa góðar og royndir venjarar, sum arbeiða miðvíst við at menna føroyska svimjiungdómin, og alla tíðina hava fingurin á pulsinum. Hvat fyri tørv, hvør einstakur svimjari hevur, og hvat krevst fyri at koma enn longur, sigur venjarin hjá Páli í SuSvim, Jón Bjarnason.


Danski leisturin

Michael Hinge, høvuðsvenjari hjá danska Junior landsliðnum, ið eisini hevur luttikið í NJM í Havn, sigur at fyri at føroyskir svimjarar eiga at venja nógv meira, og meiri miðvíst. Sum er, sigur hann, at tað bert er Pál, ið venur nóg nógv, og á rættan hátt.

Hann vil sjálvandi proklamera danskan svimjiítrótt, so hann mælti til at føroyskir svimjarar komu til donsk feløg at fáa røttu venjingina og fyri at menna seg á ein nøktandi hátt.

- Føroysku svimjararnar mugu venja minst 75 tímar um vikuna á ”rættan hátt”, og tey mugu venja undir nøktandi umstøðum, og tað hava tit ikki her í Føroyum. Tit hava ongan langbana (blaðm. 50 m), og bara tað setur longu ein øðiligan stoppara fyri víðari menning, sigur Michael Hinge, danskur høvuðsvenjari hjá juniorum.


Svenski leisturin

Svøríki hevur í nógv ár verið ein svimjitjóð á hægsta internationala støði. Teir hava lagt seg eftir, meðan svimjararnar enn eru blaðungir, at venja miðvíst við teimum. Tað verið seg bæði kroppsliga, mentala og kostrelateraða venjing, ið so eisini hevur givið sera góða úrtøku. Svøríki vann eisini samlaðu NJM kappingina frammanfyri Danmark og Finland. Føroyar endaðu á fjórða plássi.

Anders Bladh, høvuðsvenjarin hjá Svenska Junior landsliðnum sigur at hansara svimjarar eru í absoluttum toppformi, og at tað er neyðugt, um man skal gera seg galdandi á hesum støði.

- Svimjararnar, vit hava við okkum hava øll til felags, at tey eru í absoluttum toppformi, og tey hava arbeitt øðiliga hart til at náa hetta, og tað hava tey veruliga uppiborið. Samstundis vil eg siga at vit hava fleiri svimjarar heima eftir í Svøríki, ið eru á nógv hægri tekniskum støði, men sum kanska ikki hava vant nóg nógv, og tessvegna ikki eru vald í landsliðshópin, sigur Anders Bladh, høvuðsvenjari hjá svenska landsliðnum.

Føroyingar og íslendingar

Sambært Anders Bladh, mennast føroyingar og íslendingar, skjótari enn til dømis sviar, danir og normenn. Hetta hevur so eisini við sær, at føroyingar og íslendingar vanliga eru góðir svimjarar á ungum aldri, men so kanska ikki venja nóg hart og rætt og fella so burtur í onki. Hetta eigur man at broyta uppá og fanga ungu føroysku talentini, longu á heilt ungum aldri, sigur Bladh


Grundarlagið

Grundarlagið undir einari og hvørjari succes er at karmarnar eru nøktandi, sum tað fyrsta, og tað eru teir ikki í Føroyum. Okkum tørvar ein langbana, so at okkara svimjiíðkarar, ið eru ein so ómetaliga góð reklama fyri Føroyar, kunnu mennast enn meira, og gera seg galdandi á kanska enn hægri høpi, enn vit higartil hava megnað.

So nú er spurningurin, hvat Svimji Samband Føroya fer at gera við hetta, so at vit einaferð innan longi fara at hava nøktandi umstøður fyri føroyskari svimji ítróttini.