Rætta hurðin til íverksetarar

Á samkomu í býráðshøllini í Klaksvík í morgun varð fyrsta Íverksetarahúsið í Føroyum alment tikið í nýtslu.

Undir framløguni greiddi Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum frá gongdini higartil. Hann vísti á, at higartil hava tey havt samband við slakar 30 áhugaðar íverksetarar.

 - Fleiri teirra hava leingi ligið inni við góðum hugskotum. Spurningur teirra hevur verið, hvar tey skuldu venda sær fyri at fáa góða ráð víðari.

- Íverksetarahúsið í Klaksvík er rætta staðið fyri hesi fólkini. Tey verða ikki víst á dyr, men vit kunnu tvørturímóti hjálpa teimum at lata dyr upp, soleiðis at tey av álvara sleppa til verka, sigur Rani Nolsøe.

Í umhvørvinum í Íverksetarahúsinum fáa nøkur týðandi amboð og góð ráð, samstundis sum ein kemur at vera saman við øðrum fólkum við sama áhuga.

Trý netverk eru virkin í Íverksetarhúsinum, sum nú er sett alment á stovn.

Eftir at hugskotið um íverksetan og eitt íverksetarahús í Klaksvík kom, hevur nógv orðaskifti verið millum vinnulívsfólk, Menningardeildina hjá kommununi og Vinnulívsráðið í Klaksvík.

Hetta er nú endað við, at Klaksvíkar kommuna setur hetta íverksetarahúsið á stovn. Virksemið byrjaði við eini verkætlan í samstarvi við Birc Estate í Herning, og verkætlanin fór av bakkastokki 15. januar á einum íverksetarakvøldi í mentanarhúsinum Atlantis.

Síðani tá hava tvey fullteknað skeið í íverksetan verið hildin. Um somu tíð hava slakir 30 íverksetarar leitað sær ráðgeving her.

Trý íverksetaranetverk eru í løtuni virkin í húsinum. Fleiri verkætlanir fara væntandi í gongd í næstum, og so skjótt sum hølini verða tøk, fara íverksetarar at kunna leiga høli her.