Men munurin er lítil, staðfestir frágreiðing hjá donsku partafelagsskrásetingini.
Tað eru nú 5 ár síðani, at smærri donsk partafeløg kundu frávelja grannskoðan av sínum ársroknskapum. Í hesum sambandi hevur danska Erhvervs- og Selskabsstyrelsen kannað, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt fyri innsendu roknskapirnar.
Niðurstøðan er tann, at tað fyrikoma heldur fleiri feilir í roknskum, har grannskoðanin er vald frá, í mun til teir roknskapir, har grannskoðari hevur kannað tølini.
Talan er ikki um feilir, ið ávirkað rættvísandi myndina sum so. Feløg sum hava frávalt grannskoðan hava bert 5% fleiri feilir enn tey feløg, ið av fríum vilja lata sín roknskap grannskoða, sigur Niels Henrik Englev, varastjóri í Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, m. a. í viðmerking til frágreiðingina.
Føroysk partafeløg standa eisini í boði at frávelja grannskoðan, um tey lúka ávísar treytir.










