Fiskimannafelagið hevur fingið staðfest, at fiskimaður kann ikki koyrast í land uttan uppsøgn sum ger, at viðkomandi ikki sleppur í Als. Maðurin, sum hetta gekk út yvir, helt ikki, at hann kundi koyrast í land – uttan eitt orð. Hann heitti tí á FF um at royna málið í rættinum.
- Føroya rættur gav okkum viðhald. Hetta eru vit sera fegnir um, tí dómurin styrkir rættin hjá fiskimonnum, sigur felagið.
vilmund@sosialurin.fo