Røtt rættleiðing

Ein rættleiðing er at rætta uppá tað sum er sagt skeivt.

 

Oddfríður Marni Rasmussen

Formaður í Listafólkasambandi Føroya


Ein rættleiðing er at rætta uppá tað sum er sagt skeivt. Eftir teirri rættleiðing sum Óli Holm hevur í Sosialinum tann 12. oktober, eri eg í iva um, hvussu orðið skal skiljast. Hann rættleiðir ikki nakað sum helst, sum eg havi sagt, hann viðurkennur tað at játtanin er lækkað. Tann kontoin (sum í rættleiðingini onki navn hevur) sum er til »mentanarligar verkætlanir (ymiskir studningar) er lækkað úr 2 mió. kr. niður í 1,7 mió. kr«, veit eg onki um. Men fyri at ongin misskiljing skal koma í, vil eg hervið gera tað greitt fyri Óla Holm, um tað sum varð sagt við Edvard Joensen, blaðmann á Sosialinum, til blaðið mikudagin tann 10. oktober.

Tað, sum eg segði var, at Mentunnargrunnur Landsins hevur eina játtan uppá 3. mió. kr. Av teimum trimum milliónunum fara 1,5 mió. til starvslønir og hinar 1,5 mill. kr. eru til verkætlanir. Tað, sum er hent við listastarvslønunum er, at nú sita fleiri listafólk og hava tíð at arbeiða í longri tíð við síni list, sum rímiligt er, men tá ið tey eru liðug við arbeiðið, eru ongir pengar til verkætlanir, tí at tann parturin, er í prinsippinum hálveraður. Tað er ikki rætt at geva trý ára-, tvey ára-, eitt ára- og hálvt ára starvslønir til listafólk, og ikki kunna stuðla úrslitinum, tí at ikki nóg nógvir pengar eru. Hetta er við til at gera tað, at tey sum royna at presentera listafólkini fyri føroyingum, við at geva bøkur út, at halda konsertir, at sýna málningar fram osfr., ikki megna at sýna úrslitið fram av okkara mætastu listafólkum.

Óli Holm sigur, at játtanin til list og mentan er hækkað úr 46 mill. til 60 mill. kr. Eg veit eisini fullvæl, at játtanirnar til skapandi og útinnandi list eru hækkaðir nógv hetta valskeiðið, men um politikarar í Føroyum ætla at halda áfram við at menna føroyska mentan og harvið føroyskan samleika, so mugu teir lurta eftir tí tørvinum sum er, so at listafólk fáa so góðar umstøður sum gjørligt til at halda áfram, at menna føroyska mentan og harvið føroyskan samleika.