Rætt og skeivt – eingin millum­vegur

Eyðgerð Mørkøre Kruse, lesandi
-------
Eg havi ofta hugsað um, hvat tað er, sum ger, at vit føroyingar ofta sýnast sum eitt fólkaslag, har vit ofta hava lyndi til at bólka alt upp eftir hvat er rætt og skeivt.

Hasin ávísi hátturin av liva sítt lív upp á er skeivur. Mín er rættur. Setningurin »námsfrøðingarnir – tær vilja hava eitthvørt ella ikki góðtaka eitthvørt« er skeivur. Spurningur verður sendur inn til Kring­varpið, og tað er næstan altíð, at dømi verða givin, um tað sum spyrjarin heldur er skeivt málsliga. Kann onkur siga mær, er hetta rætt ella skeivt.

Ofta siti eg eftir við kensluni av og hugsi: rætt fyri hvønn og skeivt fyri hvønn? Skulu tað altíð vera universellar frágreiðingar um, at okkurt er rætt og okkurt annað er skeivt? Fyri hvønn og hvat skulu vit brúka tað til?

Eg minnist aftur á tíðina, tá eg byrjaði á Føroya­máls­deildin fyri trimum árum síðan. Eg hugsaði tað sama. Tað kann ikki vera rætt at siga »formaðurin, hon stillar ikki upp aftur«, ella tað kann ikki vera rætt, at onkur á sínari dialekt sigur, »teir hevði«. Hetta fylgir ikki málfrøðiligu reglunum, men er tað skeivt? Um øll í einum øki siga tað, er tað so skeivt? Hvat er tað sum ger, at vit altíð skulu seta alt inn í kassar?

Málið er livandi og tað førkar okkum ofta hagar, sum mállæran ikki altíð hevur eitt svar, og tískil ber ikki til at siga, at fólk í einum ávísum parti av landinum tosa skeivt. Vanar broytast og tað ber ikki til at siga, at summi fólk liva upp á tann rætt mátan, meðan øll hini liva skeivt. Hvør er tað, sum ger av hvat er rætt og skeivt fyri okkum øll? Tað at nakar tekur sær rættin at definer, hvat er rætt ella skeivt, haldi eg er skeivt.

Nær fer tað at eydnast, at fáa okkum sum fólk at góðtaka, at alt og øll eru ikki eins? Vit skulu av hesi orsøk ikki vera fyri vanbýti ella verða viðfarin øðrvísi enn onnur høvdu verið viðfarin. Men nær fara vit at síggja tað, sum nakað positivt, at onkur tosar ikki líka, sum eg geri. Nær fer tað at verða góðtikið millum nógv av okkum, at tað er fantastiskt, at vera saman við fólki, sum ikki tosa eins, síggja eins út og liva eins? Tá er tað so nógv vit kunnu læra av hvørjum øðrum, heldur enn at staðfesta, at tað sum tú gert, sigur ella ert, er rætt ella skeivt. Í mun til hvat, spyrji eg so bara?

Tað hevði verið so forbiðið rotið, um øll sóu eins út, gjørdu tað sama og tosaðu eins. Vit eiga at virðismeta ymiskleikan og heldur vera forvitin um, hví onkur tosar, sum tey nú einaferð gera, og hvat tað er, sum ger, at onkur ynskir sær eitt øðrvísi lív, enn tað, sum eg t.d. livi.

Verðin er nógv meira áhugaverd, tá vit eru forvitin heldur enn at staðfesta hvat er rætt og skeivt. Tað haldi eg er rætt.