Húsið hjá Føroya Fiskimannafelag hevur fingið eina rættiliga andlitslyfting. Plátur av corteinstáli, ið vanliga verður nýtt til skorsteinar, klæða byggningin.
- Corteinstál rustar og rustar, men so gevst tað heilt at rusta, greiður Rúni Abrahamsen frá.
Hann vildi skapa eina livandi framsíðu. Tí eru lúkur fyri vindeyguni, sum kunnu opnast og steingjast. Fasadan skiftur ham, tá hon er turr, og tá hon er vát. Tá tað er myrkt úti, sæst ljósið gjøgnum holini á plátunum.
Holini eru mynstur, sum eru teknað av, hvussu havið skyggir.
- Eg tók eina mynd av havinum, teknaði tað av, og sendi tað niður til Danmarkar. So skóru teir holini út úr stálplátunum, soleiðis, at tað sær út sum hav, sum skyggir í sólini. greiður Rúni Abrahamsen frá.
Einki líknandi er nakrantíð gjørt í Føroyum, og Rúni viðgongur at hetta var "at leggja høvdið á blokkin". Men, sum hann eisini sigur, so liva vit í 2010, og hendan framsíðan skal ímynda ta tíð, vit liva í.