Rætt hevur Pál

Í Sosialinum hin 29. septembur hevur Pál Weihe eina rættleiðing til mín viðvíkjandi kyksilvuri í grind. Takk fyri tað!

Tá ið eg sigi, at markvirðið fyri kyksilvuri í tunfiski, ið skal seljast sum fólkamatur í handlunum í USA, er 0,1 mg/kg av vátvekt av tunfiski, meini eg júst tað og einki annað.
Tá ið Pál Weihe tosar um EPA (U.S. Environmental Protection Agency), ið sigur at fólk ikki skulu eta meira enn 0,0001 mg av metylkyksilvuri (CH3Hg+), fyri hvørt kg av likamsvekt, hevur hann rætt í tí, men tá tosa vit um nakað annað, ið ikki hevur við ásetingina av hægstamarki fyri kyksilvur í tuni og øðrum fiskasløgum, sum verða handlaði sum matvørur, at gera.
Tá ið menniskjan var farin undir at gera sær veg beinleiðis til himmals, forpurraði Várharra verkætlanina við at lata fólk fara at tosa ymisk tungumál. Tað riggaði tá, og tað riggar í dag.