Rætt at troyta aðrar marknaðir

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur góðar vónir um, at føroyskt vinnulív megnar at fáa sáttmálar í útlandinum av sama slag sum Atlantsflog hevur fingið í Norra. Henda fyrsta ferð hansara sum nýklæktur oljumálaráðharri gav honum góða ballast at arbeiða víðari á økinum

Oljuferð




-Hesin túrurin hevur verið stak positivur. Fyri tað fyrsta hava vit staðfest, at Atlantsflog megnar at gera avtalur úti í heimi, og kann man gera avtalur við norðmenn, so kann man koma langt. Norðmenn eru ikki altíð lættir at gera avtalur við, tí teir av summum verða mettir at vera nokk so protektiónistiskir. Tá Atlantsflog so hevur megnað hetta, trúgvi eg eisini, at felagið kann koma nógv longur. So tað í sjálvum sær er eitt stórt stig.

Landsstýrismaðurin heldur eisini,at tað er rætti veguriun at ganga, tá Atlantsflog roynir at troyta aðrar marknaðir. Flogferðsla er ein trupul vinna og tess fleiri bein Atlantsflog fær at standa á, tess betur er tað fyri felagið og fyri eigara, landsstýrið og harvið eisini fyri landskassan.

Bjarni Djurholm heldur somuleiðis, at tað er ein náttúrlig kombinatión at vera á slíkum túri umboðandi bæði oljuvinnu og flogferðslu. Tað snýr seg í síðsta enda um vinnu. Tekur man so Atlantsflog, so er tað við at blíva til ein inngróvnan part av eini møguligai oljuvinnu í Føroyum. Tvs. at Atlantsflog onkursvegna verður ein spegilsmynd av virksemi, sum møguliga fer at koma og tann, sum slóðar fyri, at aðrar vinnur í Føroyum hava møguleika at bjóða seg fram.

-Eg haldi ikki, at føroyskar vinnur skulu luttaka í oljuvinnu bara tí tær eru føroyskar. Tær skulu luttaka, tí tær eru dugnaligar. Og har haldi eg, at Atlantsflog hevur prógvað, at tað ber til og at við míðvísum arbeiði kann man koma rættiliga langt. So tá føroyska vinnulívið skal luttaka í oljuvirksemi, so skal tað vera tí, at tað hevur nakað at bjóða fram.

Bjarni Djurholm sigur, at ferðin í Hammerfest, har vitjað varð á oynni Melkøya, var heilt ótrúlig. Tað er eitt so ófatiliga stórt anlegg, sum har verður sett upp har, at tú hevur ilt við at ímynda sær, at tú kanst brúka 45 mill. kr. uppá eina verkætlan og at hon samtíðis kann vera lønandi.

-Eg haldi eg sjálvur havi fingið eina góða ballast á hesum túrinum. Samanlagt hevur hesin túrurin verið eitt stórt upplivilsi.