Rætt at skerja miðfyrisitingina

?Veruleikin er, at vit hava eina fíggjarlóg, sum ikki kemur at javnviga, og tí má okkurt gerast. Eg haldi tað er skilagott av samgonguni at hon varskógvar, at hon vil ganga fremst og fyrst sópa fyri egnum durum, vísir stjórin í Vinnuhúsinum á .

?Eins og í vinnuni skal tað almenna eisini tillaga seg eftir búskaparligu viðurskiftunum. Miðfyrisitingin er nógv økt seinastu árini, og sparingin á 10% kemur ikki óvæntað, tí miðfyrisitingin má eins og almenni sektorurin laga seg til broyttu umstøðurnar, heldur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Stjórin í Vinnuhúsinum sigur seg einki minnast til, at politiski myndugleikin síðan kreppuna hevur tikið nøkur tøk fyri at effektivisera ella rationalisera umsitingina.
?Veruleikin er, at vit hava eina fíggjarlóg, sum ikki kemur at javnviga, og tí má okkurt gerast. Eg haldi tað er skilagott av samgonguni at hon varskógvar, at hon vil ganga fremst og fyrst sópar fyri egnum durum, vísir stjórin í Vinnuhúsinum á .
Hann leggur afturat, at boðskapurin hjá Vinnuhúsinum hevur altíð verið uttan mun um talan er um ringar ella góðar tíðar, at tað er neyðugt hjá øllum at fyrihalda seg til búskaparliga veruleikan og tillaga raksturin eftir støðuna.
-Tað er fyrisitingin eisini noydd at gera, heldur Jan Mortensen

Bíligari loysnir
Vinnuhúsið hevur javnan víst á, at almenna fyrisitingin er vaksin ov nógv, og tørvur er á eini eftirmeting av fyrisitingini.
Á hinari síðuni er viðtala við Berg Berg, har hann ger vart við, at tað er neyðugt at hyggja at øktu arbeiðsbyrðuni hjá miðfyrisitingini, áðrenn dómur verður sagdur, hvørt ov nógv starvsfólk eru miðfyrisitingini ella ei.

Eiga tit ikki at hyggja nærri at arbeiðsbyrðuni hjá fyrisitingini, áðrenn tit fella dóm yvir hana?
Jú tað er púra rætt. Ein afturvendandi trupulleiki hjá smærri samfeløgum er, at tey uttan mun hvussu smá tey er, hava tey tørv á somu funktiónum sum størri samfeløg. Avbjóðingin hjá smærri samfeløgum er tí altíð at finna egnar bíligar loysnir. heldur enn at kopiera loysnir hjá øðrum samfeløgum, heldur Jan Mortensen.

Plenuklipparin
?Landsstýrið fer púra hugsjónarleyst runt við plenuklipparanum og klippur plenuna javnt snøgga, uttan nakað sum helst mið ella mál.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, hevði í Sosialinum í gjár lítið gott at bera framferðarháttinum hjá landsstýrinum í samband við sparingarnar í miðfyrisitingini.
Jan Mortensen ynskir ikki at taka dagar ímillum um landsstýrið hevur nýtt sonevnda plenuklipparin, tá sparingarnar í miðfyrisitingini vórðu framdar.
?Tá tú fremur sparingar er rættast at hyggja at hvørjum øki sær. Tað er neyðugt at kanna hvørjar deildar kunnu niðurleggjast ella hvørjar umrokeringar kunnu gerast. Eg dugi ikki at siga um plenuklipparin er nýttur í hesum føri, men uttan mun um hann er nýttur, so er tann framferðarhátturin óheppin, vísir stjórin í Vinnuhúsinum á.

Leikluturin hjá fjølmiðlum
Jan Mortensen finst hvasslig at leiklutinum hjá føroysku fjølmiðlunum í samband við uppsagnir hjá tí almenna.
?Innan vinnuna eru nógv fólk við at gerast troytt av, at hvørja ferð onkur verður uppsagdur innan tað almenna eru allir fjølmiðlarnir á gosi. Hópuppsagnirnar á eitt nú Føroya Tele og innan alivinnuni tykjast ikki hava sama áhuga hjá fjølmiðlunum, heldur stjórin í Vinnuhúsinum
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður skrivað, at uppsagnirnar í miðfyrisitingini er ein natúrlig gongd, tí heili 75% av føroysku virkjunum høvdu eina afturgongd frá 2002 til 2003.
?Virkini noyðast at taka avleiðingar av minni arbeiði og fólk verða send til hús. Hetta sæst aftur í tølunum fyri arbeiðsloysi, men hetta fær ongantíð nakra fjølmiðlaumtalu í mun til uppsagnirnar hjá tí almenna, stendur á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum