Dapri listin yvir saknaðar danir, sum danska ríkisløgreglan legði út á internetið kl. 10 fyrrapartin 2. januar, hevði hóast alt eina røð av sólskinsøgum við sær. Listin elvdi til telefonstorm hjá løgregluni, har fólk sjálvi ella avvarandi ringdu og gjørdu vart við, at persónar, ið stóðu á listanum, vóru komin aftur í aftur í øllum góðum. Sama kvøld kundi løgreglan almannkunngera ein nýggjan lista, har 177 nøvn vóru tikin burtur.
Ikki ov dramatiskt
Danska ríkisløgreglan fegnast um útslitið, men viðgongur, at tað var ein trupul avgerð at taka, tá listin yvir saknaðar danir í vanlukkuøkinum í Asia var almannakunngjørdur. Røddir hava eisini verið frammi um, at tað var ósømiligt at 177 nøvn upprunaliga komu at standa á listanum á fólki, sum kortini høvdu tað gott. Nógvar danskar familjur hava hava fingið uppringingar frá fólki, sum vildu vísa sína samkenslu, tí onkur av teirra avvarandi hava staðið á listanum.
- Summi hava verið ørg um at vit hava yvirdramatiserað støðuna. Men støðan er dramatisk. Úrslitið vit nú hava fingið, høvdu vit annars møguliga skula bíðað eftir í dagar, kanska vikur, sigur ríkisløgreglan sambært Berlingske Tidende.









