Rætt at bumba

Demokratiska forsetavalevnið í USA, Barrack Obama, heldur, at Ísrael hevði rætt til at bumba nakrar bygningar í Sýrialandi, tí sýrar vóru í ferð við at byggja sær eina kjarnorkustøð har. Á vitjanini í Miðeystri nú um dagarnar segði Obama við CBS-sjónvarpið, at eftir hansara tykki hevði Ísrael nóg góð prógv fyri, at sýrar veruliga vóru í ferð við at byggja sær eina kjarnorkustøð eftir norðurkoreanskari fyrimynd.

Tað var í septembur í fjør, at ísraelsk flogfør bumbaðu nakrar bygningar í Al-Kibar í Sýrialandi við teirri grundgeving, at sýrar vóru í ferð við at byggja eina kjarnorkustøð har. Tað hava sýrar avsannað.