Ár í trúnaði

2013 umafturafturum við Høgna Djurhuus

So hugnaligt. Áh, so hugnaligt at búgva her, sum einki er so støðugt og álítandi sum veðrið og veitingarskyldan hjá SEV.
Skákandi millum illsintu hvirlurnar í glopraregninum heim til bollar og kakao. Tað er lívið - tíverri.
Kanst tú skriva eina klummu um árið, ið fór? Spurdi ritstjórin. Tað kann hann saktans spyrja og vænta.
Skriva um árið, sum fór ella fer. Ella, sum nú sigst vera við at fara.
Javell. Hvussu ber til at skriva nakað um eitt ár sum 2013?
2013 var árið, har alt var í trúnaði. Tagnarskylda og tagnarrættindi uttan innlit. Fólkaræði innan fyri ramliga stongdar dyr. Eru vit yvirhøvur í 2013? Lokið feyk ikki av.
Tá vit einki vita um 2013, noyðast vit bara at gita.
Vita ikki gita, segði ein. Var tað Storm P? Storm, ikki veðurmaður tó, men einasti reyvalummaheimspekingur, sum verður endurgivin í danska ríkinum. Kanska var tað hann. Vit gita, at tað var hann. Danska ríkið? Eru vit har enn? Ella loystu vit, í trúnaði sjálvandi, í 2013. Loystu og sleptu og reka nú fyri vág og ódn.
Tað var ið hvussu er Storm P, sum segði, at ringt er at spáa, ikki minst um framtíðina. Í Føroyum er eisini vorðið líka ringt at spáa um fortíðina og nútíðina. Spáa í kakaogruggi.
At spáa er at gita kvalifiserað.
Lógin um innlit er 20 ára gomul. Og øll undantøkini í lógini eru líka gomul.
Er koyrandi, gangandi ella rennandi undir Skálafjørðinum longu nú?
Tað vita vit til dømis ikki. Men vit gita, at tunnil ikki er gjørdur í loyndum, ikki enn.
Í spurnarkappingum, sum eru Public Service fyri øll, eru javnan spurningar um ár. Tey spurdu fáa at vita um nakrar hendingar og hoyra síðani eitt ússaligt popplag. So skulu tey antin vita ella gita í hvørjum ári, alt hatta hendi, tey júst hoyrdu um, hendi.
Tað fer ikki at bera til at brúka 2013 í slíkum kappingum í framtíðini, sum vit gita kemur, tí eingin veit, hvat hendi í 2013.
Veit nakar eitt nú, um Kaj Leo framvegis er løgmaður? Um nýggjársrøðan kanska varð tikin upp í summar.
Vit vita so heldur ikki, um 2013 endar 31.desember 2013 á midnátt. Tað kann væl vera, at onkur í landsstýrinum hevur gjørt avtalu við onkran í Danmark, loyniliga avtalu sjálvandi, um at leingja ella stytta ella strika 2013 aftur fyri eina millión, um ikki eydnast at enda 2013 tann 31.desember í 2013.

Einastu tiðindi, sum eru váttað, eru veðurtíðindini, tíverri. Veðrið í Føroyum er so forbannað, at tað átti at verið dult.
Veðrið er so forbannað, at ikki ber til skriva um tað so tætt at høgtíðum. So ljót og fúl orð eru óhóskandi.
Jólini eru tíbetur farin afturum. Jesus varð føddur í gjár, sungu tey jóladag.
Eisini 2013, vit spæla, at har eru vit, endar við buldri og braki. Allar rakettirnar vera neyðrakettir. Og veðrið verður ringt. Eingin ivi um tað. Veðurmenn duga at spáa um framtíðina.
Sum streymur í turrari á. Onnur geva ódnunum fólkanøvn. Okkara navnalisti er ov stuttur til slíkt fják.
Vit, sum eru komin so langt, at krákurnar langt síðani hava vent, tí tær orka ikki mótvindin, hava nakrar myrkar ódnardagar og ódnarnætur eftir. Framtíðin er longu her. Óneyðugt at spáa.
Farvæl 2013. Vit sakna teg ikki. Tú vart ikki til. Borte med blæsten.
Sum gistingarhúsini, sum einki rúm 13 hava. Men allir kirkjugarðar hava grøv nummar 13.
2013. Annus horribilis hjá øllum teimum, sum halda, at fólkaræði er nakað.
Ein turran bolla afturat við osti ella gjøgnumskygdum opinleika og lunkað kakao? Ella ódn í eitt vatnglas?