Rútmiskur tónleikaverkstaður á Gjáargarði

Leygardagin verður rútmiskur tónleikaverkstaður á Gjáargarði. Har vant verður saman og arbeitt verður við egnum verkum. Umframt føroyskar tónleikalærarar og snillingar luttekur eisini norski gittarleikarin Odd-Arne Jacobsen.

Tiltakið er fyri allar áhugaðar rytmiskar tónleikarar. Tónleikararnir hittast á Gjáargarði kl. 15 leygardagin, og arbeiða saman inntil kl. 19.30, tá dagurin endar við konsert og jammsession.
Føroyska luttøkan fer m.a. at telja so mætar føroyskar tónleikarar sum Edvard N. Debess, Heðin Z. Davidsen og Kristian Blak. Tað eru Felagið Føroysk Tónaskøld og Føroya Jazztónleikarafelag sum skipa fyri verkstaðnum.
Kristian Blak sigur, at tey hava ofta hildi tílíkar verkstaðir fyrr, men hetta hevur altíð verið í Havn. Hesuferð royna tey Gjáargarð, tí hølini eru so framúr væl egnaði til tiltakið.
Nærri fæst at vita hjá Kristian Blak á tlf. 225034, og meldast skal til innan fríggjadagin kl 12.00
Til ber at gista á Gjáargarði fyri kr. 200.