10 bólkar fara at framføra tónleik sum antin bleiv framførdur, ella hevur tilknýti til Woodstock Tónleikafestivalin sum var hildin summarið 1969.
Upp í móti 500.000 ung komu saman at lurta, dansa og festa hetta vikuskiftið, har teir kendastu rokkbólkarnir spældu.
Hetta bleiv tann kendasti og mest umtalaði tónleikafestivalurin nakrantíð og sjálvt um næstan ein hálv mill ung vóru samlaði á festivaløkinum, var eingin harskapur framdur.
Woodstock gjørdist ímyndin av kærleika, vón og friði, í eini tíð við kríggi og politiskum turbulensi.
Hetta verður ein litrík og fjølbroytt konsert við rock, funk, soul og fólkatónleiki.









