Torben Nielsen hevur útbúgving úr sparikassa, hevur eina HD í organisatión, kreditt og fígging. Hann hevur arbeitt í Bondestands Sparekasse, Sparekassen SDS sum undirstjóri, varastjóri og økisstjóri. Í 1990 kom hann í Unibank sum deildarleiðari og varastjóri. Síðani 1996 hevur hann verið limur í stjórnini í Danmarks Nationalbank.
Síðani 2008 hevur hann verið adjungeraður professari við Copenhagen Business School, Center for kreditret og kapitalmarkedsrett. Í 2003 bleiv hann riddari av Dannebrog.