Ráð til fleiri lærarar og pedagogar

Ein hækkað játtan gevur Læraraskúlanum møguleika at taka fleiri næmingar inn komandi skúlaár Læraraskúlin fær 2,4 milliónir krónur meira í ár, sammett við í fjør. Pengarnir skulu brúkast til at taka ein flokk inn afturat - bæði av lærara- og pedagog-lesandi.

Tørvurin á lærarum og námsfrøðingum er stórur, og bæði fakfeløg hava eftirlýst, at fleiri fólk verða útbúgvin á økinum.

Og sambært fíggjarlógaruppskotinum verður hetta gjørt, longu í summar. Tískil verður pláss fyri 24 lærara- og 24 pedagog-lesandi afturat á skúlanum.

Samlaða játtanin til Læraraskúlan er nú 20 milliónir krónur.

Arbeitt verður somuleiðis við at umskipa báðar útbúgvingarnar, so tær vera á bachelor-støði, longu frá í summar at rokna.