Amerikanska forsetavalið er ikki av enn, og tí kann alt framvegis henda, sum tey siga í fótbóltinum. Alt uttan eitt: Tá dagurin er av, kann ongin amerikanari siga, at hann ikki hevur atkvøtt, tí hann ikki visti av, at tað var val. Tað ber illa til at koma í tankar um nakað lokkisnildi, sum ikki hevur verið brúkt, og útboðið av ókeypis pizzaum, burgarum, telduspølum, fløgum, t-shirts o.ø til øll tey, sum kunnu erpa sær av einum ?I voted? klisturmerki á jakkanum, hevur neyvan nakrantíð verið størri. Kortini er tað í løtuni onki, sum bendir á, at meir enn gott og væl helvtin av amerikansku veljarnum fara at leita sær í atkvøðuhølini í dag.
Ikki valið hjá øllum
Vánaliga vallutøkan til amerikanska forsetavalið er ikki nakað nýtt, og orsøkirnar stinga djúpri enn ókeypis burgarar ella ikki. Hans Holm greiðir frá, at burtursæð frá at tað í grundini er sera lítið at velja ímillum reint politiskt, so er veruleikin, at í heimsins mest framkomna fólkaræði eru tey framvegis óvanliga nógv, sum ikki eru von við at vera eftirspurd og illa duga at ímynda sær, at teirra atkvøða kann gera nakran mun
- Tað eru serliga teir stóru etnisku minnilutabólkarnir í USA, sum antin ikki eru vanir við, at teirra meining hevur nakað at siga, ella sum eitt nú Latino-bólkarnir ofta koma úr londum, sum ikki hava nakra demokratiska siðvenju. Hesir bólkarnir er samstundis ofta so fátækir, at teir hava meir enn nokk at gera við at skaffa sær mat tann dagin ? tíansheldur blanda seg uppí, hvat annars gongur fyri seg í samfelagnum ella politikki, sigur Hans og leggur afturat, at hesi sjálvandi eisini eru greið yvir, at ongin, sum ikki eigur pengar, er nakrantíð vorðin forseti í USA, og at politiska valdið í síðsta enda er savnað, har pengarnir í samfelagnum eru frammanundan.
- Afturat tí kemur so, at í einum tilflytaralandi, sum USA, eru tey nógv, ið ikki kenna seg sum veruligar amerikanarar og tí ikki kenna tað sum sína skyldu at greiða atkvøðu. Forsetavalið er stutt sagt ikki teirra val, so tá Bush ella Kerry tosa um siðbundin, góð og gomul amerikansk virði, ella hvat tað merkir at vera amerikanari, so tosar hann nógvastaðni fyri deyvum oyrum, tí fólk kenna ikki seg sjálvi aftur í tí, sum verður sagt.
Hans vísir á, at ein afturvendandi Jokari í forsetavalinum er eisini, at atkvøðurnar verða taldar statsvís ? tað vil siga, at vinnur eitt valevni ikki í einum stati, fara allar tær atkvøðurnar til spillis. Tí tíma fólk ofta ikki á val, um teirra maður stendur til at tapa í meiningarkanningum.
?Endiliga ein fíggindi!?
Tey, sum hava fylgt eitt sindur við í valstríðnum, hava óiva lagt til merkis, at háfloygdar røður, slagorð og rakstarróp doyva so gott sum alt tos um sjúkratrygging, útbúgving og fátækradømi, sum annars eru sera átrokandi mál fyri stórar partar av fólkinum. Hinvegin, hví tosa til tey veiku og fátæku, um tey kortini ikki lurta ella fara á val, kunnu vit, ella Bush og Kerry væl saktans spyrja. Men tað kann eisini hugsast, at tá málbólkurin telur einar 120 milliónir fólk av sera ymsum uppruna, kann tað verða freistandi at tríva í einfaldar og ofta eitt vet ov lættkeyptar niðurstøður, fyri at raka so breitt, sum til ber. Í so máta er ræðslan hjá fólki fyri yvirgangi stóri felagsnevnarin hesuferð. Her hevur serliga Bush og hansara stjórn frítt spæl í valstríðnum, tí slagorðini um trygd og verju kunnu fevna um alt frá tí upplagda í at jagstra bin Laden og aðrar yvirgangskroppar til at herða revsingina fyri smá brotsverk og verja rættin hjá tí einstaka at bera vápn.
- Spenta støðan millum USA og Irak byrjaði stutt eftir at Bush var komin til valdið, og tað var í grundini ógvuliga beinrakið, tá eitt blað í tí sambandinum hevði yvirskriftina ?Hurra ? endiliga ein fíggindi?. Eftir at kalda kríggið var av, var veruliga hóttanin móti USA jú vorðin í so ring at fáa eyga á, so tað er neyvan nakar ivi um, at Bush hevði brúk fyri eini fíggindamynd til at rættvísgera sín harðrenda verjupolitikk. Tí er tað eisini so upplagt hjá Bush at koyra uppá, at Kerry hevur broytt meining um kríggið móti Irak og tískil er ein vingluskøltur, sum ikki er førur fyri at átaka sær uppgávuna sum forseti í einum støðugt hóttum landi. Vit síggja eisini, hvussu fortíðin hjá teimum báðum sum krígshetjur ella ikki, allatíðina verður drigin inn í valstríðið. Har er tað aftur hetta við at hava stríðst fyri sínum landi og gjørt sína skyldu, sum hevur so ómetaliga stóran týdning fyri amerikanarar, sigur Hans.
Bíbliubeltið
Í seinastuni hava vit hoyrt rættiliga nógv um teir soðkallaðu ?swingstates? ? also statir, har endaliga úrslitið framvegis kann snara sær so mikið, at onki er avgjørt frammanundan. At hesir statir eru so ovurhonds áhugaverdir, kemst av, at eisini í USA eru veljarnir rættiliga siðbundnir, tá saman um kemur og svørja til sítt valevni, uttan mun til, hvørjar nýggjar avdúkingar ella sannleikar koma undan kavi. Kanningar vísa, at meir enn helvtin av Bush-stuðlunum framvegis halda uppá, at Irak hevði hópoyðingarvápn, tá kríggð byrjaði, og meir enn 70% eru framvegis sannførd um, at tað var tætt samband millum stjórnina hjá Saddam Hussein og Al Quaida.
- Stívrendar sannføringar, sum ikki standa til at vika, hava eisini serliga góðan gróðrarbotn í baklandinum hjá Bush, tí sokallaða Bíbliubeltinum á Texas leiðini, har sterkir bólkar tulka og brúka Gamla Testamenti bókstaviliga. Her kunnu tey til dømis vísa á methøg tøl í deyðadómum og avrættingum, ofta við støði í gamla testamentliga ?eyga fyri eyga? hugburðurin, sum fyri tey ikki sáar nakran iva um tað rættvísa í deyðarevsing. At somu fólk aloftast eru av argastu mótstøðufólkum móti fosturtøku má sigast at vera ein andsøgn, sum vil nakað. Tað, sum kanska kann undra uppaftur meir er, hvussu tað ber til at tvíhalda um slíkar ævigar svart/hvítar sannleikar í Bíbliuni, samstundis sum man hálovar fólkaræðinum, sum jú treytar, at øll sjónarmið eiga at sleppa framat og hava líka nógv gildi. Hatta er nokk eitt av teimum tingunum, har tú mást uppgeva at skilja og bara taka til eftirtektar, at tað í teirra hugaheimi gevur fullkomna meining, sigur Hans.
Jú minni, tú veist ...
Blindar sannføringar uttan atlit til veruleikan eru neyvan eitt sereyðkenni fyri amerikanskan hugsunarhátt. Kortini heldur Hans tað vera freistandi at tríva í orðini hjá bretska heimspekinginum Bertrand Russel, sum segði at ?Jú minni tú veist um eitthvørt, tess meir avgjørdar meiningar kanst tú hava um tað.?
- Amerikanarar vera ofta hildnir at vita rímiliga lítið um heimin uttanfyri USA. Eg skal ikki pástanda, at tað er so, men í bakspeglinum er tað onki minni enn undrunarvert, at Bush og hansara menn kundu vera so sannførdir um, at irakar fóru at taka ímóti teimum við opnum ørmum í einum gleðisrúsi. Tað gingu enntá álítandi søgur um, at Bush hevði í kvittanum at senda tonsavís av amerikanskum pappírsfløggum til Irak, so hvør einasti iraki kundi veitra við, og heilsa amerikansku hermonnunum vælkomnum, minnist Hans.
Er veruleikin ikki, júst sum ein politikari kundi hugsað tær, kann ein góður spunasmiður altíð spinna ein nýggjan enda. Bæði Bush og Kerry hava sjálvsagt eina røð av ráðgevum, sum bert hava eittans uppgávu: at grava øll hugsandi og serliga óhugsandi lík út úr skápinum hjá hinum partinum. - Fortíðin hjá teimum báðum valevnunum er altíð gott stoff ? jú ivasamari, jú betri. Í so máta føra Bush og Kerry rótføroyskan agitatiónspolitikk, sum fyri tað mesta gongur út uppá at spilla mótpartin út, sigur Hans og leggur afturat, at í amerikanskum forsetahøpi er funnið fressurin nærum altíð eitthvørt, ið hevur við kynslívið og moral at gera.
- At moralskt sjálvsrættvísi verður drívmegin í einum orðaskifti ella valstríði er jú heldur ikki heilt ókent fyri okkum. Hvør minnist ikki øsingina um Ginusøgur á sinni? Fært tú skýrt okkurt ?syndafult? ella ?fúlt?, kann tað eftir øllum at døma gera tað sama, um tað hevur nakað við veruleikan at gera, ella um tú hevur skil fyri, hvat tú tosar um. Alt, sum kann pynta eitt sindur um myndina úteftir, kann brúkast. So tá vit ferð eftir ferð verða mint á, at Bush hvønn dag biður borðbøn og er avhaldsmaður, er tað tí, hann á tann hátt kann standa fram sum tann meir trúverdugi, og harvið sum tann, ið er best førur fyri at verja landið og fólkið móti moralskum forfalli.
Aftaná valið
Sjálvur dugir Hans illa at meta um, hvør fer at vinna, bæði tí veljarakanningarnar geva eina nýggja mynd næstan hvønn dag nú, men serliga tí valskipanin kann geva óvæntað úrslit í síðstu løtu. Men tað er lítið at ivast í, at verður Bush afturvaldur, kann hann stórt sæð gera, sum hann vil, við tað at hetta so verður annað valskeiðið hjá honum, og hann sostatt ikki kann stilla uppaftur. Hendir tað, væntar Hans, at vit fara at síggja ein uppaftur meir stríðshugaðan Bush, bæði tá tað snýr seg um stríðið móti yvirgangi og í spurninginum um Palestina. Sum bíbliutrúgvur politikari er tað eyðsæð fyri Bush, at ísraelsfólk hava fingið rættin til landið frá Gudi, og hetta fer nokk at koma enn týðligari til sjóndar í politikkinum í miðeystri.
- Harafturat hevur heimurin heldur ikki gloymt, hvat Bush svaraði, tá hann fekk at vita, at fór hann í kríggj við Irak, fór hann at fáa alt ST ímóti sær: ?So what? We are Americans!?, var tað einasta hann hevði at siga, og í løtuni bendir alt á, at hann bara grevur seg longur niður í somu skotgrøv, sum hevur avskorðið USA frá restini av heiminum.
- Vinnur Kerry valið, kunnu vit hinvegin vænta okkum at síggja eina roynd at bøta um viðurskiftini millum USA øðrumegin og Europa og ST hinumgin, so at partarnir kunnu byrja at tosa saman aftur. Innanríkispolitiskt eru eisini ábendingar um, at Kerry fer at taka tráðin upp eftir Clinton og millum annað enn einaferð fer at royna at seta okkurt slag av sjúkratrygging í verk og annars føra demokratiskan politikk, sum ikki ókritiskt góðtekur, at tú liggur, sum tú sjálvur hevur reitt, sigur Hans Holm.