Ár teirra brekaðu setir dám á jóansøkuna

2003 er ár teirra brekaðu og hetta merkir eisini jóansøkuna. Eyðun Joensen, sálarfrøðingur heldur fyrilestur í kvøld í Trongisvági og M?as Blues Band spælir eisini á jóansøku

Jóansøkan er byrjað og ár teirra brekaðu setir eisini dám á jóansøkuna í ár. Í kvøld heldur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur,  fyrlestur í skúlanum í Trongisvági. Heitið á fyrilestrinum er ?Hugburður til fólk, ið bera brek?. Pauli Einarsson, býráðslimur, býður vælkomin.
                      Eisini M?as Blues Band fer á pall á jóansøku. Í skúlanum í Trongisvági er eisini framsýning við lutum, sum fólk á Varda verkstaðnum á Bakka í Vági hava evnað til. Eisini er tilfar frá Meginfelag Teirra Brekaðu.
 
Ár teirra brekaðu
 
Almannaráðið minnir í tíðindaskrivi á, at 2003 er Ár teirra brekaðu.
                      Føroyar eru eitt av mongum europeiskum londum, sum hava valt at seta viðurskifti teirra brekaðu á dagsskránna í ár.
?<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Vit eiga at arbeiða fram ímóti einum samfelagi, sum er fyri øll, og ikki bert fyri tey, sum hava fullan førleika. Tað er tíverri langt eftir á mál, men 2003 er eitt stig tann rætta vegin?.
Páll á Reynatúgvu hevur avgjørt at seta ein stýrisbólk, sum vegna landsstýrismannin skal standa fyri tí almenna partinum av Ári teirra brekaðu. Í stýrisbólkinum eru umboð fyri Landsverkfrøðingin, Vinnuhúsið, Føroya arbeiðarafelag, Meginfelag teirra brekaðu, Ráðið fyri brekað, Mentamálaráðið og Almannamálaráðið.
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur sett 150.000,- kr. á fíggjarlógina til Ár teirra brekaðu. Harumframt er ætlanin at oyramerkja aðrar 150.000,- kr. í studningi til viðkomandi tiltøk, sum verða fyriskipað í 2003.
Feløg kunnu søkja um fíggjarligan stuðul, tá tey skulu skipa fyri tiltøkum í Ári teirra brekaðu. Stýrisbólkurin viðger innkomnar umsóknir og ger so tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu stuðulin skal latast.
Føroya landsstýri arbeiðir sambært ST fyrimyndarreglunum um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk.
?<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Í Føroyum eru nógvir bygningar, bæði almennir og privatir, sum við sínum trongu durum ella brøttu trappum kveistra tey rørslutarnaðu burtur. Tíbetur tykjast arkitektar og byggifrøðingar í dag at hava tey rørslutarnaðu í huga. So broytingin til tað betra er í gongd?, heldur Páll á Reynatúgvu.
Eisini ynskir landsstýrismaðurin at seta kikaran á ta atgongd, fólk við avmarkaðum førleika hava til arbeiðsmarknaðin.
Við Ári teirra brekaðu í huganum hevur landsstýrismaðurin uppraðfest MBF við 500.000 krónum á fíggjarlógini fyri 2003. Hendan uppraðfesting fer óivað at síggjast aftur í arbeiðinum fyri brekað.
Arbeiðsbólkar, stýrisbólkar, pallborðsfundir. Orð vit kenna út og inn. Tað liggur nær at spyrja, um nakað fer at koma burturúr hesum árinum, sum Føroya landsstýri hevur tikið stig til.
 
Svarið má vera ja. Tílík tiltøk eru við at flyta mørk og at broyta almenna hugburðin, so framtíðar forðingar fyri tey, sum ikki hava fullan førleika, verða eitt sindur lættari at vinna á.
 
Í 2003 skulu vit seta viðurskifti á dagsskránna, sum fyri fólk flest eru ein sjálvfylgja, men sum tarna summum í at fáa fulla atgongd til samfelagið. Við at geva hesum viðurskiftum gætur, økja vit um ta neyðugu tilvitanina, bæði hvat viðvíkur trupulleikum og framtíðar loysnum. Merkisár sum Ár teirra brekaðu 2003 eru neyðug fyri at halda kósina móti einum landi, sum er fyri øll. Vónandi verða tílík merkisár einaferð óneyðug, sigur Almannaráiðið m.a. í tíðindaskrivi.