Tey, ið hava verið niðri í miðbýnum í dag, hava ivaleyst sæð løgna, tríhjólaða og dropaformaða skepilsi, ið hevur trillað aftur og fram - oftast við nógvum gánandi áskoðarum tætt við.
Tað kundi sæð út sum ein løgin bilur ella ein motorrikin súkkla, men talan er altso um eina súkklu, ið bert verður rikin við vanligari beinkraft.
Súkklan er ein sokallað velomobil, ið er ein trýhjólað súkkla við klædningi, hvørs endamál er at minka um vindmótstøðuna, soleiðis at súkklast kann munandi skjótari við minni beinorku.
Og ein velomobil kann súkkla skjótt!
Tað sigur í øllum førum amerikumaðurin John Duffy, sum herfyri kom upp á 97 km/t við appelsingulu Carbon Quest 3 súkkluni.
- Men tað er alt ov nógv. Um tað bara kemur eitt lítið lot, ella tú kemur fram við einum bili, so er tað reina kaos, segði John Duffy, tá vit hittu hann uttan fyri Miðlahúsið til eitt lítið prát.
##med3##
Tað eru umleið 10 framleiðarar í heiminum av tílíkum súkklum, og júst modellið hjá John Duffy er ein Carbon Quest 3 súkkla frá hollendska framleiðaranum velomobiel.nl. Og súkklan vekir ans, tí allastaðni, har John kemur framvið, vilja fólk vita, hvat tað er fyri løgið akfar.
John Duffy hevur sett sær fyri at súkkla til USA úr Týsklandi, har hann hevur gjørt tænastu í amerikanska loftherinum í 22 ár. Nú konan longu er farin til USA, helt John, at hann skuldi royna ta langu leiðina til USA við súkkluni, ið hann annars brúkti hvønn morgun, tá hann súkklaði til arbeiðis.
- Eg fór úr Týsklandi og súkklaði gjøgnum Holland og Danmark, sigur hann, nú hann hevur ein stuttan steðg í Føroyum, áðrenn leiðin gongur víðari til Íslands.
Har skal hann súkkla vesturum frá Seyðisfirði til Reykjavíkar, haðani hann flýgur til Nova Scotia í Kanada. Har setst hann í súkkluna aftur og súkklar til Yarmouth, og so umborð á ferjuna til Portland í Maine, haðani hann so súkklar til heimstaðin í Delaware.
Til ber at fylgja við í ferðini á instagram brúkaranum @quest818 ella á blogginum, ið er at síggja her.
##med2##













