Rósur frá Wenger

Tveir venjarar, sum tíðum hava verið í almennum hornatøkum, eru Alex Ferguson og Arsene Wenger, ið er maðurin handan framúr úrslitini hjá Arsenal seinastu 10 árini.
Mangan hevur orðadrátturin verið sera harður, men hetta forðaði tó ikki Wenger í at rósa Ferguson, nú hesin fór um tey 20 árini í venjarasessinum.
- Hvør vil ikki vera tann besti? Tað er nakað, sum ein og hvør venjari hevur hug til, men í løtuni er tað Ferguson, sum eigur hendan heiðurin.
- Sjálvandi er trupult at sammeta avrikini hjá ymsu venjarunum. Og tað er munur á tí, sum Clough gjørdi í Nottingham Forest og tí, sum Ferguson hevur gjørt í Manchester United. Ella tí, sum Bob Paisley gjørdi í Liverpool.
- Men samanlagt hevur eingin gjørt tað betri enn Ferguson. Tað er merkisvert, at ein venjari í so drúgt áramál hevur megnað at halda motivatiónini hjá bæði sær og liðnum. Og samstundis hevur hann handfarið stressið og alt annað, sum fylgir við, tá tú venjari á somikið høgum støði.