Rósur frá miðlunum

Hóast tær hingu nakað við høvdinum eftir taptu finaluna, so var tó skjótt hjá føroysku spælarunum at finna smílini framaftur. Ikki minst mundi tað gera góðan mun, tá føroysku fjølmiðlaumboðini eftir dystum komu við reyðum rósum til allar spælararnar. Hóast teir teir leitaðu um tað mesta av Sarajevo, funnu teir útsendu blaðmenninir akkurát 16 rósur - og ikki eina meira. Men bæði venjararnir og fysioterapeuturin fingu tó eisini sítt. Tina S. Jacobsen fekk eina fitta bamsu, meðan Flemming Raben og Svein Rógvi Nielsen fingu eina bambus-samanplanting í part.