Rósufar í Ribarhúsi

Ribarhús í Fuglafirði er í hesum døgum karmur um eina serliga framsýning.

Sambært fyriskiparunum, so er talan um eina installatión, sett upp til fleiri sansir. Edward Fuglø stendur fyri framsýningini, har hann brúkar 14 útvaldar kjólar, sum allir eru sniðgivnir av føroyingum.

Felags fyri kjólarnar er, at Eivør hevur gingið í teimum øllum.

Myndirnar vórðu tiknar í gjárkvøldi, tá framsýningin lat upp. Umframt vanligar upplatingartíðir hjá Ribarhúsi, er eisini møguleiki at síggja sýningina mánakvøldið og fríggjakvøldið í næstu viku, umframt mánakvøldið í aðru viku.