Leygardagin 6. juli klokkan 13 setir Marita Rasmussen (myndin), stjóri í Vinnuhúsinum, íverksetararáðstevnuna, ið Nebula skipar fyri.
Og síðani koma fleiri áhugaverdar framløgur upp í slag um tær mongu og ymisku avbjóðingarnar, sum íverksetar hava.
Ráðstevnan, sum í fjør lokkaði fleiri enn hundrað luttakarar til, verður hildin leygardagin á Føroya Tele í Hoyvík. Tilmelding er ikki neyðug, og tað kostar einki at luttaka.
Tey, ið hava framløgu, eru Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum, Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframa, Sissal Christiansen, íverksetari og eigari av Shisa Brand, og Ólavur Ellefsen, stovnari av altjóða fyritøkuni Simprentis, og ársins íverkseti 2012.
Eisini verður høvi at fáa ráðgeving frá sakførara um, hvat íverksetar serliga skulu hava í huga, tá ið farið verður undir egið virksemi.
Hvør framløga varir umleið 15 minuttir, og millum framløgurnar ber til at søkja sær ráðgeving í básunum, har umboð fyri Vinnuframa, Íverksetarahúsið og KT-fyritøkuna Knassar halda til.
Eisini ber til at keypa kaffi og okkurt afturvið.
Ráðstevnan endar við einum pallborði um, hvat skal til og hvat restar í fyri at fáa eitt veruligt íverksetaraumhvørvi í Føroyum. Við pallborðið sita Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum og Sunva Eysturoy Lassen, íverkseti og sjálvstøðug vinnurekandi. Orðstýrari er Kristianna Winther Poulsen.
Hesin seinnaparturin á Føroya Tele er ætlaður sum íblástur og sum eitt høvi hjá fólki at fáa meira innlit í íverksetan umframt at hitta onnur við somu dreymum og somu ætlanum. Um fólk einans ynskja at hoyra einstakar av øllum framløgunum, ber væl til at koma og fara, júst sum hugur er til.