Lars Svenning Andersen er ein av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni. Hann kemur frá løgfrøðinga-kontórinum Bech-Bruun, sum er eitt av teimum størstu Danmark.
- Vit kunna hvønn annan um, hvussu vit loysa trupulleikar, og saman kunnu vit soleiðis finna bestu loysnirnar og arbeiðshættirnar. Vit hava nógvar felags avbjóðingar, og tí kunnu vit heilt vist bjóða hvørjum øðrum nakað, sigur Lars Svenning.
Lars Svenning sigur, at tað verður lagdur dentur á tað sosiala, mentanarliga og tað fakliga á ráðstevnuni.
- Ráðstevnan er eitt gott forum hjá okkum at møtast og fáa kontaktir í grannalondunum, sigur Lars Svenning.
- Ráðstevnan verður aftur næsta ár, og tá verða enn fleiri fólk, sigur hann at enda.










