Ráðstevna um vegleiðing

Mánadagin hin 7. mai skipa Vegleiðaranetverk NVLs og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) fyri ráðstevnu um skipan av lestrar- og yrkisvegleiðing. Ráðstevnan, ið hevur heitið "Vegleiðing fyri øll - hvar sum helst, nær sum helst", verður í læraraskúlahøllini á Frælsinum frá klokkan 08.45 til 16.30.

Ráðstevnan verður fyriskipað í samband við, at norðurlendska Vegleiðaranetverkið hevur fund í Føroyum í døgunum 6.-8. mai. Netverkið, ið er tvørsektorelt, fevnir bæði um granskarar, vegleiðarar og fólk, ið útbúgva vegleiðarar í grannalondum okkara.

- Serligur dentur verður lagdur á menning av vegleiðing í Føroyum, týdningin av útbúnum vegleiðarum, og vegleiðing í mun til førleikamenning og arbeiðsmarknaðin.

Hanna Jensen, limur í norðurlendska vegleiðaranetverkinum og Elisabeth Holm, NVL-kontaktpersónur, siga, at málbólkurin er útbúgvingarstovnar, vegleiðarar á øllum útbúgvingarstigum, skúla- og stovnsleiðslur, partar á arbeiðsmarknaðinum, ALS, Almannastovan, myndugleikar (landsstýri, løgtingslimir, mentamálaráðið, vinnumálaráðið, almannamálaráðið, kommunur, ið varða av útbúgvingum) - og onnur áhugaði í vegleiðing.

- Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til elisabethh@setur.fo <mailto:elisabethh@setur.fo, har tú upplýsir navn, stovn/ arbeiðsstað, starvsheiti og t-post. Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 3. mai, siga fyrireikararnir av ráðstevnuni um vegleiðing.