Eftir at hava hoyrt um óhugnaligar vanlukkur í fjallatunlum í Alpunum nú fleiri ferðir, har mong menniskju eru brend í hel, hava helst mangir føroyingar gjørt sær tankar um, at hetta eisini kann henda her heima hjá okkum. Og hetta hevur so fingið fólk at spyrja um trygdina í okkara tunlum.
Tað vísir seg tíanverri at verða so, at einki ítøkiligt hendir, fyrr enn ein vanlukka er hend. Hetta kenna vit alla staðni frá. Nú hendi so ein vanlukka í einum av okkara tunlum, men til alla lukku kom eingin til skaða. Men vrakið av tí fullkomiliga útbrenda bussinum stendur tó sum ein álvarsom ávaring til avvarandi myndugleikar. Spurningurin er so, um henda ávaring er nóg stór til, at málið verður raðfest hægri.
At eldur kemur í ein buss er nakað, sum kann henda. Men spurningurin tá er, um trygdarútgerðin er í lagi og um starvsfólk eins væl og ferðandi vita, hvussu man skal fyrihalda sær í slíkari vandastøðu.
Uppá fólkatalið hava vit í Føroym sera nógvar tunlar, og nú tveir undirsjóvartunlar koma aftrat er greitt, at trygdin í sambandi við tunlar eigur og má setast í hásæti. Men hvussu er tá stætt við trygdini í verandi tunlum og hvussu hava myndugleikarnir tryggjað komandi undirsjóvartunlar móti slíkum vanlukkum. Hetta eru spurningar, sum eiga at verða viðgjørdir her og nú.
Fyri at hetta ikki bara skal blíva eitt upplop hevði tað verið rætt, um t.d. stjórin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd tók telefonina og ringdi til stjóran í Norðurlandahúsinum og bað um innivist tíðliga í vár til eina ráðstevnu um trygdina í okkara verandi og komandi tunlum. At sakkøn fólk komu úr útlandinum at greiða frá, og at gjørd var ein fullkomin gjøgnumgongd av øllum verandi tunlum í landinum. At sakkøn fólk og vanligir brúkarar av tunlunum kundu sitið saman og viðgjørt hetta álvarsmálið og harvið fyribyrgt eini møguligari komandi vanlukku. Tað er líkasum ikki nokk bara við einum orðaskifti í miðlunum, tí har er so nógv annað, sum upptekur fólk, eitt nú komandi val. Eftir okkara tykki er hetta so mikið álvársligt og stórt evni, at tað átti at fingið innivist á ráðstevnu ella hoyring í Norðurlandahúsinum tíðliga í vár.
Um ikki Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur hetta vera nóg stórt evni til slíkt tiltak, so kanska Vinnumálatýrið og Landsverkfrøðingsstovnurin taka tað upp. Miðlarnir vilja eisini geva sítt íkast. At valár er átti so eisini at gjørt, at okkara politikarar settu umrøddu trygd ovarliga á evnislistar sínar.